- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Hansson: Nógv tann størsta avbjóðingin er tann sálarliga
Ungi fótbóltsspælarin Hallur Hansson er uttan iva ímillum stóru talentini, vit eiga innan fótbólt í Føroyum. Síðstu árini hevur hann havt sáttmála í Skotlandi, leikt við landsliðnum, og í løtuni hevur hann sáttmála við danska felagið AaB. Men spyr ein Hallur sjálvan, er hugtakandi CVið hjá honum eitt úrslit av sterkum vilja og hørðum arbeiði, heldur enn bara talenti.
- Eg havi ongantíð havt so høgar tankar um meg sjálvan, tí eg haldi, at øll evnini koma frá harðari venjing og at vera seriøsur, serliga tá eg var ímillum 14 og 18 ár. Tí eg arbeiddi hart og miðvíst, flutti eg meg meira enn flest aðrir, greiðir Hallur frá.
Meðan flestu vinir hansara byrjaðu á miðnámsskúla, flutti Hallur bert 16 ára gamal til Aberdeen, har hann hevði fingið sáttmála. At liva av fótbóltinum var ein barndómsdreymur, sum serliga birtist, tá hann sá HM finaluna í 1998. Franski fótbóltsleikarin Zinedine Zidane skoraði tvey mál ímóti Brasil, sum avgjørdu dystin, og Frankaríki gjørdist fyri fyrstu ferð í søguni heimsmeistarar.
Hóast stóri dreymurin hjá Halluri gjørdist veruleiki, vóru tey trý fylgjandi árini í Aberdeen ongin løtt tíð.
- Eg var øgiliga heppin, tí ein annar føroyingur var við mær í Aberdeen. Vit spældu á sama liði og búðu saman, so vit vóru felags um trupulleikarnar, serliga tá vit longdust heim og ikki kundu vera við til øll tey stuttligu tingini í Føroyum sum ólavsøkuna og G! Festivalin, sigur Hallur.
Tað var kortini ikki bara heimlongsulin, sum gjørdi uppihaldið í Aberdeen serliga avbjóðandi.
- Venjarin hjá okkum var psykopat, og tá sigi eg ikki ov nógv. Hann var øgiliga harður og kontantur. Tá vit vunnu, var ongin trupulleiki, men tá vit so taptu, var heilt galið. Hann spottaði allar leikararnar út persónligt og var eftir okkum alla somlu tíð. Sum ungur drongur og júst fluttur heimanifrá var hetta ofta ein ov stórur biti at gloypa. Eg rokni við, at eg hugsaði um at fara heim aftur einar 300 ferðir, men okkurt í mær vildi ikki gevast, og eg bleiv við. Tað eri eg glaður fyri í dag.
Aftaná trý hørð, men lærurík ár í Aberdeen fór Hallur aftur til Føroya, har hann spældi við HB í eitt ár. Síðani gekk leiðin til Ålborg, har hann framvegis hevur sáttmála við felagið Aab.
Gerandisdagarnir í Aab eru rættiliga einfaldir. Dagurin byrjar kl. 9 við morgunmati, síðani er venjing frá 10.15 til 12 og so miðmáli. Onkrar dagar eru eisini dystir ella fleiri venjingar, men fyri tað mesta sær dagurin hjá Halluri soleiðis út. Afturat fótbóltinum tekur hann nakrar lærugreinar í HF, men ikki so nógvar, at tað órógvar fótbóltin.
- Eydnast tað ikki við fótbóltinum um nøkur ár, so havi eg eina útbúgving at fella aftur á.
Hallur leggur ikki lok á, at síðstu árini hava verið sera avbjóðandi, ikki bara kropsliga, men eisini sálarliga.
- Øll halda, at fótbóltur er eitt luksus-arbeiði, nógvir pengar, frítíð og viðurkenning. Nógv tann størsta avbjóðingin er kortini tann sálarliga – hvussu mann dugir at handfara alt trýstið, sum verður lagt á ein frá øllum møguligum síðum. Tað hevði eg tað trupult við fyrstu árini, og har vóru eisini nógvir niðurtúrar bæði á og uttanfyri vøllin, greiðir ungi fótbóltsleikarin frá.
Hann velur kortini at síggja upplivingar sum nakað positivt, ið hevur styrkt hann.
- Oftari tað hendir, meira lærir ein av tí, og sterkari kemur mann aftur. Har eru eisini ótrúliga nógv feit ting við at vera yrkisleikari. Mann fær upplivingar, sum onnur bara kunnu droyma um. Men serliga dámar mær landsdystirnar við Føroyum, har mann berjist ímóti Goliat hvørja ferð. Sjálvt um tað ikki gongur, so er tað ein framúr møguleiki at gera fantastisk og ómøgulig ting, sum gleða og yvirraska fólk.
Tað er heldur ongin loyna, at lønarviðurskiftini eru góð hjá fótbóltsspælarum, viðgongur Hallur.
Spurdur, hvørji ráð, hann vil geva øðrum, sum droyma um eina yrkisleið á vøllinum, svarar Hallur:
- Fótbóltsheimurin er harður og kontantur, so ein má vera til reiðar at leggja ekstrema orku í tað, venja nógv og vera seriøsur. Mann má eisini ofra nógv so sum býarlív og tíð saman við familju og vinum. Tað er sera hart sálarliga, og mann fær niðurtúrar, men tá er at hava sterkan vilja og ikki gevast.
Heimurin, sum Hallur lýsir, er langt frá glæsiligu barnadreymunum, sum birtast á vøllinum, tá ein er lítil, ella frammanfyri skíggjanum, tá tær stóru stjørnurnar leika fyri fleiri túsund áskoðarum. Hóast hann onkuntíð hevur saknað eitt meira vanligt lív, tá harðast hevur staðið á, angrar Hallur als ikki, at hann hevur dedikerað so stóran part av lívi sínum til fótbóltin.
- Eg dugi slett ikki at ímynda mær, hvat eg annars hevði gjørt við allar tímarnar, sum eg havi brúkt uppá fótbólt. Sum ein kendur maður segði “Lív uttan fótbólt?! Not worth living!”
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |