NordicStyleMag: Stórur áhugi fyri norðurlendskum designi

NordicStyleMag: Stórur áhugi fyri norðurlendskum designi
Talgilda blaðið NordicStyleMag er ein plattformur fyri tað nýggjasta innan design og mentan í Norðurlondum og hevur uppá stutta tíð fingið ein breiðan lesaraskara um allan heim. Blaðið hevur eisini varpað ljós á fleiri føroyskar tónleikarar og sniðgevar. Les, hvussu alt byrjaði.
06.09.2013 - 02:45

 

Eitt rák, sum serliga hevur gjørt um seg í seinastuni, er, at ein ávísur kul-faktorur verður settur í samband við alt norðurlendskt – serliga design og tónleik.

Hetta sá íslendska Soffía Tryggvadóttir ein møguleika í, og fyri einum ári síðan birtist hugskotið handan NordicStyleMag, sum í dag er ein heimasíða og eitt digitalt blað við lesarum kring allan heimin.

 

NordicStyleMag er ein plattformur, sum varpar ljós á tað nýggjasta innan stíl, snið, tónleik og mentan yvirhøvur í norðurlendsku londunum. Millum annað Heiðrik, Byrta, Barbara í Gongini og Soul Made hava verið við í seinastu útgávunum.

 

- Eg fekk hugskotið ein sólríkan seinnapart í New York, tá eg sat og brainstormaði við einum vini. Vit sóu, at eitt op var í altjóða marknaðinum fyri einum blaði, sum einans fokuseraði uppá móta, design, list og mentan í norðurlendsku londunum, greiðir Soffía Tryggvadóttir frá, sum er drívmegin handan NordicStyleMag, í samrøðu við Röddina.

 

- Tá eg fái hugskot, sum eg haldi vera góð, blívi eg altíð so spent, og kanska ein tíma seinni hevði eg keypt heimasíðunavnið og meldað NordicStyleMag til á øllum teimum umráðandi sosialu netunum.

 

Soffía Tryggvadóttir er 30 ár og búsitandi í Reykjavík. Hon er útbúgvin innan Business and Strategic Management og var í holt við eina útbúgving innan Fashion Merchandising Management í New York, tá ið hon fekk hugskotið handan NordicStyleMag fyri einum ári síðan.

 

Konseptið byggir í stóran mun uppá sjálvboðið arbeiði, og nú fimm talgild bløð eru komin út, hava meira enn 70 fólk úr níggju ymiskum londum veitt tilfar til blað og heimasíðu. Fólkini, sum veita tilfarið, eru sera fjølbroytt, og er talan m.a. um vinnulívsfólk, lesandi innan design og listafrøði, løgfrøðingar og fotografar.

 

Flestu lesararnir eru sjálvsagt úr norðurlendsku londunum, men áhugin í  Bretlandi, USA, Kina og Russlandi fyri blaðnum hevur eisini verið stórur.

 

- Vit miða ímóti at gerast besti miðilin fyri nýggjastu tíðindini um móta, design, list og mentan í norðurlendsku londunum, sigur Soffía avgjørd, um hvat liggur í kortunum fyri NordicStyleMag.

 

Vitja heimasíðuna hjá NordicStyleMag her, og les síðstu útgávuna av blaðnum her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.