Hayao Miyazaki, list og tónleikur í Fuglafirði

Hayao Miyazaki, list og tónleikur í Fuglafirði
Fuglafjørður er hesa vikuna karmur um ymisk mentanarlig tiltøk - eitt nú er biografur við japanskum teknifilmum, konsertir við Høgna Lisberg, Lenu og Hanus G. og ein listaframsýning.
18.09.2013 - 15:30

Hesa vikuna er mentanarvika í Fuglafirði, og bygdin er tí karmur um fleiri konsertir og onnur tiltøk komandi dagarnar. Millum annað verða konsertir við Høgna Lisberg, Lenu, Hanus G og Jens Marna. Eisini er ein listaframsýning á skránni í  Eik-bygninginum, har Brandur Patursson, Jógvan Andreas á Brúnni, Frits Johannessen og Janus á Húsagarði sýna fram. 

 

Hvønn dag verða japanskir teknifilmar eftir Hayao Miyazaki, sum m.a. er kendur fyri filmarnar Spirited Away og Howl's Moving Castle, vístir í Mentanarhúsinum.  

 

Flestu tiltøkini til mentanarvikuna eru ókeypis. Síggj alla skránna her

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.