Greta endurskapt lag hjá víðagitnum klassiskum komponisti

Greta endurskapt lag hjá víðagitnum klassiskum komponisti
Greta Svabo Bech er aftur aktuell við einum spennandi samstarvi. Hesa ferð er tað við klassiska komponistinum Einaudi, sum m.a. hevur gjørt filmstónleikin til Black Swan og This Is England.
20.09.2013 - 03:45

Greta Svabo Bech hevur nógv spennandi samstørv í luftini í løtuni. Í síðstu viku kom nýggja lag hennara “Circles” út, sum er ein endurgerð av klassiska lagnum “Experience” hjá italienska komponistinum Ludovico Einaudi.

Einaudi er ikki hvørt sum helst – hann hevur gjørt filmstónleik til kendar filmar sum Black Swan, This Is England og Intouchables og hevur meira enn 20 fløguútgávur á baki.

 

Tað er ikki ofta, at klassiskur tónleikur og dance tónleikur verður blandaður, men Einaudi hevur latið sjey tónleikarar remiksað og endurskapt løg av fløgu hansara In a Time Lapse, sum kom út fyrr í ár. Løgini eru saman givin út á útgávuni "In a Time Lapse - The Remixes", sum júst er komin út. 

 

Greta Svabo Bech hevur seinasta árið verið í samband við umboðsmannin hjá Einaudi, sum starvast hjá Deca Records. Hann leitaði eftir nýggjum tónleikarum til remiks-útgávuna av fløguni, og hóast prátað hevði verið um Chris Martin úr Coldplay, fall valið á Gretu.

 

Greta hevur síðan skrivað orð og lag og lagt lagið “Experience” til rættis. Hon hevur valt at nevna sína útgávu av lagnum “Circles”.

 

- Tað er eitt sindur av einum dreymi at arbeiða saman við onkrum, sum hevur gjørt nokkso nógvan filmstónleik, tí tað var eitt av teimum fyrstu tingunum, sum eg ordiliga gjarna vildi sleppa at gera, sigur Greta í samrøðu við Reiðrið.

 

Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Gretu um samstarvið við Einaudi og nógv annað, tá Reiðrið fer í luftina sunnukvøldið kl. 20. 

 

Hoyr lagið "Circles" her og upprunaligu útgávuna "Experience" hjá Einaudi her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.