- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyrt um Project Freud?

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Í summar varð fyrsta staklagið hjá Project Freud, útgivið. Men hvør er hesin nýggi poppbólkurin? Limirnir í bólkinum hava nevnliga valt at vera dulnevndir.
- Í Føroyum kenna øll hvønn annan, og tá er skjótt og lætt at døma hvønn annan. Av tí sama vilja vit, at fólk skulu døma tónleikin fyri tann, sum tónleikurin er, og ikki hvørji listafólkini eru, og øvut, sigur ein limur í Project Freud.
- Vit eru nakrir ungir tónleikarir, ið høvdu hug at prøva at framleiða góðan, elektroniskan popptónleik. Tað byrjaði bara sum ein roynd, men nú tá ið fyrsta staklagið er framleitt, hugsa vit, at hetta møguliga kann gerast okkurt størri, um vit hava hug.
Project Freud lýsir tónleikin sum góðan, glaðan, frískan, hugaligan og elektroniskan tónleik, ið kann spælast á náttarklubbum og barrum. Teir halda, at tað slagið av tónleiki verður ov lítið framleitt í Føroyum.
- Vit hava ikki lítlar ætlanir. Vit hava longu samskifti við útvarpsstøðir í Íslandi o.s.fr., og vit ætla okkum ikki at bara vera í Føroyum. Vit fara møguliga eisini einaferð í framtíðini at avdúka, hvørjir vit eru - men tað verður nokk ikki heilt enn, sigur ein av dulnevndu limunum í nýggja poppbólkinum Project Freud.
Lurta eftir lagnum „Live Like Kings“ her!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




