Løgreglan viðmælir iOS7

Løgreglan viðmælir iOS7
Í síðstu viku gjørdist tað møguligt at dagføra iPhonina og at fáa sær iOS7. Nógvir iPhoneeigarar hava longu dagført telefonina, og løgreglan í New York viðmælir, at øll fáa sær nýggju dagføringina skjótast gjørligt.
26.09.2013 - 17:45

 

18. september varð nýggja dagføringin iOS7 hjá Apple tøk at taka niður av alnetinum og at leggja á telefonina. iPhoneeigarar vóru skjótir at leggja nýggju tøknina á teirra telefon, men tó eru tað ikki allir, ið hava dagført. Løgreglan í New York vil heita á øll at fáa sær nýggju skipanina skjótast gjørligt.

 

Við nýggju skipanini kann mann ikki umprogrammera telefonina uttan eitt Apple-ID ella eitt kenniorð, skriva amerikanskir miðlar. Løgreglumenn deila nú flogseðlar út á tokstøðum, í Applehandlum og í øðrum elektronikhandlum fyri at heita á fólk at dagføra iPhonina skjótast gjørligt við iOS7. Hetta er fyri at steðga tjóvum, nú stuldurin av smarttelefonum bara veksur í løtuni.


Um tú hevur iOS7, so krevur tað, at eigarin av telefonini bæði kennir rætta kenniorðið og ID-upplýsingarnir, um eigarin t.d. skal skifta simkortið út.

 

- Um tú hevur eina telefon, har til ber at skifta simkortið út, so hevur hon virðið. Um hetta hinvegin ikki ber til, er telefonin úbrúkilig og hevur einki virði hjá tjóvum, tá hon verður stolin, skrivar løgreglan í lýsingarseðlum.


- Vit vilja heita á iPhonesframleiðarar at dagføra telefonina við hesu skipanini, sum fer at verja kundarnar ímóti stuldri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.