Útgáva: Laila av Reyni

Útgáva: Laila av Reyni
Laila av Reyni hevur nógv jørn í eldinum og roynir seg nú eisini á tónleikamarknaðin. Fyrsta fløguútgáva hennara við heitinum „Laila av Reyni“ er komin í handlarnar.
26.09.2013 - 22:15

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Laila av Reyni er allarhelst best kend sum sniðgevi, og útheimurin hevur seinastu tíðina lagt merkis til hennara vøkru kjólar. Tað er tó ikki bert sum sniðgevi, at Laila fær nógv rós. Í síðstu viku varð fyrsta staklagið kunngjørt, og lagið hevur longu verið spælt oftani í útvarpinum. Staklagið „Freaks“ er av fyrstu fløguútgávuni hjá Lailu av Reyni, sum nú er tøk í handlum. Fløgan ber heitið „Laila av Reyni“.


Tann 12. oktober verður útgávukonsert í Østrøm, og herfyri leitaði Laila av Reyni eftir modellum til konsertina. Til útgávukonsertina fer songkvinnan nevnliga at seta tónleikin og sniðgevingina saman, og ein „álvasýning“ við kjólum sniðgivnum av Lailu verður at síggja. Útgávukonsertin verður leygardagin tann 12. oktober kl. 20, og ein av modellunum verður tann danska Miss World 2012.

 

Her ber til at hoyra lagið „Freaks“ og „Black“.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.