- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eivør & Ginman After Dark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/bildschirmfoto_2013-10-01_um_9.58.18_am.png?itok=ozUuu4eH)
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Eivør & Ginmann After Dark er heitið á nýggju verkætlanini hjá Eivør Pálsdóttir, sum hon hevur saman við danska tónasmiðnum Lennart Ginman. Tey fara mest at framføra sangir hjá Ginman, men eisini verða nakrir sangir hjá Eivør at hoyra, tá ið tey í vikuskiftinum vitja í Føroyum.
Allan septembermánaða hava Eivør & Ginman After Dark havt konsertir runt í Danmark. Tey byrjaðu uppá tónleikaverkætlanina einaferð í fjør, og heimasíðuni hjá Eivør verður tónleikurin lýstur soleiðis: „Their soundscape is a fascinating musical meeting between jazz, pop and electronica – melting together in a moody and contemporary expression. The tone of the music is dark, understated, cinematic and sometimes downright romantic and dramatic. A Nordic melancholia added a pinch of David Lynch.“
Konsertin verður leygarkvøldið 5. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og hetta verður einasta konsertin hjá Eivør & Ginman After Dark í Føroyum.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |