Fleiri føroyingar tilnevndir til GAFFA-virðislønina

Fleiri føroyingar tilnevndir til GAFFA-virðislønina
Bæði HULDA, Eivør og Bárður Reinert Pouslen eru tilnevnd í GAFFA-virðislønini 2015
31.10.2015 - 16:45

Í gjár almannakunngjørdi GAFFA eitt yvirlit yvir øll tey tilnevndu til GAFFA-virðislønina 2015. Tey tilnevndu eru millum 25 og 50 tónleikarar í hvørjum bólki av í alt 17 bólkum.

 

Eivør Pálsdóttir hevur givið tvær fløgur út í ár, Bridges og Slør, og hon er tilnevnd fyri báðar í fleiri bólkum í donsku virðislønini. Báðar fløgurnar eru tilnevndar í Årets Danske Album, Årets Danske Kvindelige Kunstner og í Årets danske Pop-udgivelse.

 

 

 

HULDA er eisini tilnevnd í einum bólki í donsku virðislønini við fløguni HULDASound, nevniliga í bólkinum Årets Danske Elektroniske Udgivelse.

 

 

Føroyski Bárður Reinert Poulsen er eisini tilnevndur í norsku GAFFA-virðislønini. Hann er tilnevndur við bólkinum The Fjords í Årets Norske Nykommer, Årets Norske Soloartist og í Årets Norske Album.

 

 

Atkvøð fyri tínum yndis bólki ella einstaklingi á Gaffa.dk/prisen og síggj øll, sum eru tilnevnd í 17 ymsu bólkunum. Norska atkvøðugreiðlsan er at finna her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.