Ung í Føroyum verður skjótt

Ung í Føroyum í 2010
Ung í Føroyum verður skjótt
Ung listafólkí Føroyum fingu fyri fáum árum síðani eina stevnu, har tey kunnu spíla seg út í kreativiteti. 15. - 17 november verður væl umtókta ungdómsstevnan aftur
03.10.2013 - 19:45

Ung í Føroyum er ein ungdómsstevna hjá Norðurlandahúsinum fyri ung í Føroyum millum 13 og 19 ár. Stevnan er annað hvørt ár, og verður í ár hildin í døgunum 15.-17. november. Stevnan er eitt íkast til at menna føroysku mentanina. Ung listafólk fáa høvið at royna seg í list, og til síðst vísa tey síni avrik fram eftir eitt vikuskifti fult av kreativiteti. 

 

Rakel Helmsdal er ein av fyriskiparunum til tiltakið, og hevur verið tað øll árini saman við Hedvig Westerlund Kapnas. Rakel Helmsdal heldur, at Ung í Føroyum stimbrar ung listafólk til at halda fram við listini.

 

- Ung í Føroyum gevur ungum føroyskum listafólkum eitt forum at sýna list sína, longu tá tey júst eru byrjað. Tað gevur teimum møguleika at hitta onnur ung, sum hava somu áhugamál og síggja soleiðis, at tey ikki eru einsamøll. Tey sleppa at arbeiða saman við góðum yrkislistafólki og verða inspirerað til at halda á og menna seg, sigur Rakel Helmsdal.

 

- Nógv av okkara fremstu ungu listafólkum, sum nú eru frammi, hava eisini verið á Ung í Føroyum. Helst hevur stevnan ikki gjørt tey til listafólk, men kanska var tað ein hjálp!

 

Fleiri spennandi verksmiðjur eru, har yrkislistafólk eru leiðarar. Her kanst tú arbeiða við øðrum ungum við tí, tú hevur áhuga fyri. Tú kanst velja millum fleiri verksmiðjur, og tær eru hesar: 

Tónleikur, instillatiónir og uppfinningar, búnar, luftdansur & akrobatikkur, teknirøðir og sjónleikur & frásøgn.

 

Tónleikarin og sangskrivarin Dánjal á Neystabø er leiðari fyri verksmiðjuna tónleik, og fer saman við teimum ungu at skapa nýggjan tónleik. Hetta verður sett saman til eina framførslu.

 

Royndi listamaðurin Brandur Patursson er leiðari á einari aðrari spennandi verksmiðju, sum kallast installatiónir og uppfinningar. Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum lýsir Brandu  m.a versmiðjuna soleiðis:

 

- Á verksmiðjuni er meira ella minni lagt upp til installatiónir – rúm – listarligar hugsjónir – skulptur, altso fysisk meiningsleys ting, ið ávirka fólk og heimin.

 

Undirtøkan av tiltakinum hevur altíð verið góð. Tí ræður um at skunda sær at melda teg til, áðrenn har verður fult.

 

- Higartil hava vit altíð havt næstan dupult so nógvar tekningar, sum tað er pláss fyri luttakarum. Tí siga vit, at tey, sum hava nakað at vísa fram fríggjakvøldið á innanhýsis sýning og framsýning, hava fyrimun at sleppa inn, sigur fyriskipari Rakel Helmsdal.

 

Tilmeldingarfreistin er 15. oktober, og tú meldar teg til her.

 

Meira info fæst á www.ungiforoyum.info.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.