Føroyingar drekka nógv, danir drekka mest

Føroyingar drekka nógv, danir drekka mest
Nýggj kanning vísir, at tá ung í Føroyum drekka, drekka tey í miðal 3,6 gløs, meðan danir drekka 6,2
24.09.2016 - 11:45

Í eini stórari ES-kanning vórðu ung í aldrinum 15-16 ár í 35 londum spurd um, hvussu nógv gløs tey høvdu drukkið, seinast tey drukku rúsdrekka. Eitt glas svarar umleið til eina vanliga øl.

 

 

Úrslitini vístu m.a., at føroyingar drekka 3,6 gløs í miðal. Bert átta lond av teimum 35 lógu framman fyri Føroyar, og miðaltalið fyri øll londini var 3,1. Føroyingar drekka altso eitt hálvt glas meir enn europearar í miðal. 

 

 

Danmark greitt á odda

Við einum miðaltali á 6,2 gløs, ið er tvær ferðir so nógv sum europeiska miðaltalið, hava ung í Danmark rokkið eitt greitt fyrstapláss. 

 

 

Niðanfyri síggjast nøkur av úrslitunum frá kanningini. 

 

Kelda: European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.