Føroyingar skipa fyri stórum norðuratlantiskum festivali í Keypmannahavn

Føroyingar skipa fyri stórum norðuratlantiskum festivali í Keypmannahavn
9. og 10. mai í 2014 fara tónar úr Føroyum, Danmark, Grønlandi og Íslandi at runga í Kongens Have mitt í Keypmannahavn, tá Frigg festivalurin fyrstu ferð fer av bakkastokki. Tað eru Steintór Rasmussen og Hans Petur í Brekkunum, sum hava tikið stig til festivalin.
04.10.2013 - 16:45

Í mai komandi ár verður fyrsti Frigg festivalurin hildin í Kongens Have í Keypmannahavn. Festivalurin fevnir um tónleik frá norðuratlantiska tónleikapallinum við bólkum úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Úr Føroyum framføra Eivør, Byrta og Páll Finnur Páll. Eisini verður íslendskt reggae við bólkinum Hjálmar, grønlenskur indie rokkur frá Nanook og popptónar frá Falullah at hoyra. Tá endaliga skráin verður klár, fer hon at fevna um 20 aktuellar tónleikabólkar.

 

Tað eru Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum, og Hans Petur í Brekkunum, leiðari á Føroyahúsinum í Keypmannahavn, sum hava tikið stig til festivalin. Sambært fyriskiparunum skal festivalurin marknaðarføra føroyskan tónleik fyri útheiminum og skapa vinarbond ímillum tey fýra londini, sum eru umboðað á festivalinum. 

 

Kostnaðurin fyri atgongumerki til festivalin er 678 krónur. 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.