- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spenningur í Effodeildini
”Tað hevur leingi ligið til tað, men nú kann tað sigast við næstan fullari vissu. HB verður føroyameistari í ár.”
Hetta stóð at lesa á faroesoccer.com mikudagin 2. oktober við yvirskriftini ”Spenningurin í oddanum burtur”. Tríggir dystir vóru eftir av kappingini, og HB lá greitt á odda - 8 stig framman fyri ÍF á øðrum plássi.
Sunnudagin kom tó spenningur í aftur, eftir at ÍF vann 3-1 á HB. Hevði HB fingið stig, hevði FM-heitið verið tryggjað. Tað sama er galdandi fyri næsta sunnudag; fær HB stig, kunnu teir kalla seg føroyameistarar. Um ÍF vinnur báðar restandi dystirnar, og HB tapir, verður ÍF meistari.
Í hinum endanum berjast TB og KÍ um at yvirliva í Effo-deildini, meðan tað er greitt, at 07 Vestur flytir niður. Sum tað sær út nú, flytir TB niður við 22 stigum. Hetta var aftaná, KÍ megnaði at vinna á AB, og TB taptu á B36, sum harvið tryggjaði AB plássið í bestu deildini næsta ár. Einki avgjørt enn , og spenningurin er stórur.
Støðan nú:
HB 51
ÍF 46
NSÍ 42
B36 40
EB/Streymur 38
Víkingur 37
AB 28
KÍ 25
TB 22
07 Vestur 14
’
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |