- Eg eri fyrst og fremst bassleikari

- Eg eri fyrst og fremst bassleikari
Mikael Blak livir av at spæla tónleik og hevur gjørt tað, síðani hann var 17 ára gamal. Harafturat er hann familjumaður við konu og trimum børnum. Les her, hvussu hann fær alt at hanga saman og fá nøkur góð ráð, um tú hugsar um at fara sama veg við tónleikinum.
09.10.2013 - 23:30

 

 

At spæla tónleik hevur verið starvið hjá Mikael Blak, síðani hann var 17 ára gamal. Frítíðina brúkar hann saman við familju og vinum, og frítíðarítriv hansara eru fótbóltur og matgerð. Mikael hevur spælt tónleik alt sítt lív. Hann er nevniliga uppvaksin í eini tónleikafamilju, og foreldur hansara, Kristian Blak og Sharon Weiss, hava lagt dent á at læra børn síni fleiri ljóðføri frá barnsbeini.

 

- Eg havi altíð spælt tónleik. Eg haldi ikki, at eg kann seta nakað mark fyri, nær eg byrjaði. Eg spældi fyrst uppá tey ljóðførini, eg kundi fáa hendur á. Síðani uppá tey, foreldur míni lærdu meg, og síðani tey, eg sjálvur valdi at læra, greiðir Mikael frá.

 

- Eg eri fyrst og fremst bassleikari. Eg kann finna útav at spæla uppá flestu ljóðføri, ið hava streingir ella tangentar pluss blokkfloytu og kazoo, men eg føli meg bert ordiliga heima á bassinum. Eg byrjaði at spæla kontrabass í musikkskúlanum, tá eg var 7 ára gamal, og stórsti partur av mínum tónleikalívi er á kontrabass og/ella elbass. Seinastu árini havi eg eisini spælt keyboard og onnur elektronisk ljóðføri. Hettar byrjaði tá eg kom uppí bólkin Clickhaze.

 

Mikael Blak hevur spælt við einum stórum parti av føroysku tónleikarum, umframt fleiri uttanlands. Millum annað 200, Eivør, Benjamin, Hanus G, Guðrið Hansdóttir, Teirur, Budam og ymisk projekt hjá pápanum, Kristian Blak, fyri at nevna nøkur, hava fylt nógv tónleikaliga hjá Mikael.

 

- Mær dámar væl at royna nýggjar leiðir, so mín fyrsti impulsur, tá onkur spyr meg, um eg havi hug at spæla okkurt, er "ja". Um tað síðani gongur væl, so kann eitt longri samstarv koma burturúr. Tað ber tó ikki til at siga ja til alt, tí man hevur avmarkaða tíð, so eg havi projektir sum eg raðfesti fram um onnur. Í løtuni brúki eg nógva tíð við Eivør og Benjamin, fortelur Mikael.

 

Við slíkum arbeiði kann onkuntíð vera torført at fáa familjulívið at passa uppí. Men við nøkrum hjálpandi hondum og eini raskari unnustu, ber til hjá Mikael at fáa tað at hanga saman.

 

- Eg eri ofta á konsertferð uttanlands, og tá eg arbeiði í Føroyum eru arbeiðstíðirnar sum oftast óvanligar, í mun til hvat onnur fólk eru von við.  Hettar kann onkutíð vera ringt at fáa at passa inn í familjulívið - eg havi trý børn - men tíbetur havi eg eina øgiliga fitta og raska unnustu, ið fær alt at rigga. Eisini fáa vit góðan stuðul frá nærmastu familjuni, sigur Mikael frá.

 

Spurdur, um nøkur gullkorn til spírandi tónleikarar, svaraði Mikael soleiðis:

 

- Altumráðandi er, at mann hevur hug at spæla tónleik. Um viljin er har, so ber so at siga alt til. Viljin til at leggja tímarnar av til venjing, viljin til at taka eina óvissa (og spennandi) lívsleið, og viljin til at arbeiða gróthart. Eisini skal man hava tað stuttligt.  Spæl saman við tínum vinum,  og ger nýgg vinarløg gjøgnum tónleikin. Um man ikki hevur tað gott, tá mann spælir tónleik, so er mann ikki í rættari bransju.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.