Heimildarfilmur frá Lamb of God

Mynd umvegis lamb-of-god.com
Heimildarfilmur frá Lamb of God
Í næstum kemur nýggjur heimildarfilmur út, sum fer at snúgva seg um handtøkuna og rættarmálið hjá Randy Blythe, forsangari í amerikanska málmbólkinum Lamb of God.
16.10.2013 - 18:45

 

Tað var í juni 2012, at Randy Blythe varð handtikin fyri mannamorð. Málið stavaði frá mai 2010, tá Lamb of God spældu í Kekkia. Ein fjeppari, 19 ára gamli Daniel Nosek, var farin upp á pallin, meðan bólkurin spældi. Randy skumpaði, við hjálp frá einum vakti, fjepparan av pallinum. Hetta skumpið hevði sum fylgju, at fjepparin slærdi høvdið í, og hann doyði fáar dagar seinni av skaðanum. 

 

Nú gevur málmbólkurin Lamb of God út heimildarfilm við heitinum As the Palaces Burn, sum sambært IMBD er 'ein heimildarfilmur, sum fylgir málmfjepparum í ymsum londum samansett við heimskonsertferðina hjá Lamb of God í 2012'. Undansýningin bendir tó á, at dentur verður lagdur á mannamorðsmálið, handtøkuna og rættarmálið hjá Randy Blythe.

 

Tað er Don Argott, sum er filmssjóri og hevur fylgt Lamb of God. Allarhelst hevur hann verið við bólkinum á ferð, tá Randy Blythe varð handtikin, og fekk filmsætlanin har eina vend.

 

As the Palaces Burn er ætlaður at koma út í februar 2014 í U.S.A. Nær hann kemur út aðrastaðni er enn ógreitt.

 

Sí undanfilmin her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.