Hvat merkir orðatakið?

Hvat merkir orðatakið?
Röddin hevur spurt nakrar føroyskar ungdómar, hvat tey halda, dagsins orðatak merkir.
17.10.2013 - 18:30

Orðatøk innihalda sum oftast ein sannleika, sum er grundaður á logik, fornuft ella royndir. Summi orðatøk eru torførari at skilja enn onnur, og til at fáa betur greiðu á, hvat dagsins orðatak merkir, hava vit spurt 4 ungar føroyingar um hjálp.

 

OrðatakiðTað fyrsta fólkið setti spurningar, og tey vóru frí. Tað næsta fólkið hevði svar, og tey vóru trælabundin.

 

Bogi Napoleon Wennerström, 17 ár

- Huff, tað er eitt sindur trupult at seta orð á, hvat orðatakið merkir. Hetta er eitt verri orðatak. Hevði tað verið "knívleysur maður er lívleysur maður" ella okkurt tílíkt, hevði eg staðið á tá fyri at svara. Men hetta er eitt sindur torførari. Men tað, eg fái sett tað í samband við, er so indiánararnar, evropeararnar og trælurnar í Amerikulandi. Hvar ein kundi nýtt orðatakið dugi eg ikki at síggja, og hvat tað kann merkja, er enn ein truplari spurningur.

 

Anna Jacobsen, 18 ár

- Hatta eru mótsetningar. Man kann siga, at fólkið sum spyr spurningar er opið fyri møguleikum, og ikki vil binda seg. Í meðan fólkið, ið hevur øll svørini, kann merkja at fólkið ikki hugsar uttan fyri kassan og er konservativt. Orðatakið kann lýsa tveir mátar, ein persónur ella eitt samfelag kann vera. Orðatakið kann eisini lýsa, at mann kemur longst við at vera opin fyri nýggjum idé'um.

 

Bjarni Kárason Petersen, 19 ár:

- Tað má vera í tráð við, at tá ið mann spyr ein spurning, liggur svarið opið. Men tá ið mann veit svarið, er tað ein sannleiki, sum tú ikki kanst broyta uppá. Hetta sæst aftur í religión, har ið trúgvandi kanska kenna seg meira fræls, tí tey gera sín egna sannleika, t.d. við himmalinum og helviti, skapanini o.s.v. Meðan fólk, ið hava tørv á einum svari, ið antin kann mátast ella vigast, kenna seg meira tengd at fakta. Sannleikanum. Tað heldur teimum frá at hava eina meining um eitt hvørt, inntil tey hava tað universiella svarið. Sannleikin heldur tey sum trælir.

 

Eyðbjørn Joensen, 17 ár

- Eg eri nokkso sikkur í, at hatta handlar um, at lívið handlar meiri um at seta spurningar enn at finna svør. At tann, ið er fastur av bestemtum 'svørum' ikki bjóðar sínari vitan av. At vera eksistensielt søkjandi í staðin fyri at vera idealistiskur.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.