BBC umrøðir føroysku kvinnufráflytingina

BBC umrøðir føroysku kvinnufráflytingina
Sendingin hjá DR "Kvindeflugt fra Færøerne" fall ikki í góða jørð hjá nógvum føroyingum, sum hildu, at hon gav eina skeiva mynd av trupulleikanum og føroyska samfelagnum. Altjóða tíðindastovan BBC hevur nú eisini tikið málið upp og legði í dag greinina "Faroe Islands: Men 'must import brides'" út.
23.10.2013 - 17:30

Unspoiled, Unexplored... Unmarried? Eftir at DR í sendingini Horisont mánakvøldið varpaði ljós á minkandi talið av kvinnum í Føroyum, umrøðir BBC nú eisini málið á heimasíðu síni. Í greinini Faroe Islands: Men 'must import brides' stendur m.a., at við einum undirskoti á 2000 kvinnum, eru føroyskir menn noyddir at innflyta sær útlendskar konur. 

 

Kvinnuundirskotið verður lýst sum ein trupulleiki, sum kann fáa sera álvarsligar fylgjur fyri føroyska samfelagið, og víst verður á, at síðan 2006 er talið av filipinskum kvinnum tvífaldað. Samanlagt eru í løtuni 200 teilendarar og filipinar í Føroyum, og harav er meginparturin kvinnur. 

 

Sendingin "Kvindeflugt fra Færøerne", sum varð víst á DR mánakvøldið, hevur verið undir hørðum atfinningum frá føroyingum, sum ikki kenna seg aftur í myndini, sendingin gav av føroyingum og trupulleikanum við fráflytingini. Greinin hjá BBC tekur støði í sendingini hjá DR. 

 

Hvat helt tú um sendingina hjá DR og nú eisini greinina hjá BBC? Skriva eina viðmerking niðanfyri. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.