G-strong ella smittu?

Skermmynd
G-strong ella smittu?
Við g-strongi sleppur mann undan linjuni frá undirbuksum, men vandin fyri smittu í undirlívinum verður samstundis størri. Ikki er neyðugt at finna ommutrussurnar fram, men spyr mann læknarnar, so vita teir um nógvar orsøkir til, at g-strongurin ikki altíð er rætta valið.
23.10.2013 - 18:15

 

Í buksum ella kjóla, ið sita tætt inn at kroppinum, er ofta hent at fara í g-strong, tí so sleppur mann undan teimum keðiligu og sera sjónligu linjunum frá undirbuksunum. Hetta vakurleikasmáputlið er tó ikki óvandaleyst og kann hava við sær smittu í undirlívinum. Hetta skrivar Health Magazine á sínari heimasíðu.

 

Kanningar hava aldri prógvað sambandið ímillum g-streingir og smittu, og tað er ikki soleiðis, at ein g-strongur beinleiðis førir til smittu. Trupulleikin við klædnaplagginum er, at bakteriur frá lorti hava lættari atgond til undirlívið, og g-streingir sita eisini so mikið tætt og stramt, at teir kunnu irritera húðina, sum eisini kann geva tær smittu.


So g-strong ella smittu? Um tað hevur størstan týdning, at linjurnar frá undirbuksunum vera verðandi ósjónligar, so eru tó nøkur ráð, ið minka um vandan. Nýt g-streingir úr bummull, skift hvønn dag og ikki nýta g-strong í eitt ov stórt tíðarskeið. So skjótt tað byrjar irritera ella skríða, skift so til leysar, vanligar bummullsundirbuksir, og um smitta er komin í, legg g-strongin so á hyllina inntil smittan er vekk. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.