Vox pop: Hvat er ein dreymur?

Frá vinstru: Bergur, Vivianna, Kristina.
Vox pop: Hvat er ein dreymur?
Röddin hevur fingið orðið á tríggjar ungdómar og spurt tey, hvat tey halda um dreymar.
25.10.2013 - 08:45
Vivianna Hansen, 18 ár:
Hvat er ein dreymur?
- Ein dreymur er ein røð av myndum, kenslum og hugskotum ið henda óvilja í sinininum undir ávís stig av svøvninum. Tú droymur, sum oftast, tá tú ert í tí, sum kallast REM svøvni, tú kanst eisini droyma í hinum svøvnstigunum, men tá eru dreymarnir ikki so livandi og minniligir.
 
Hava teir nakað at siga?
- Dreymar virka sum ein spegil og spegla tínar innaligu kenslur um verðina og eisini um fólkini rundan um teg. Dreymar hava ikki nakað at gera við yvirlivilsi, men eru ein treyt av menning og evolutión sum metafysiskar tilverur. Á onkran hátt er tað ein brúgv ímillum okkara tilvitsku og ótilvitsku.
 
- Sjálv droymi eg sera nógv, men gangi ikki upp í at týða teir og kanna, hvat teir merkja. Men onkuntíð kann tað vera onkur dreymur, har mann bara hugsar "ókey hvat sker?", tá kann eg væl finna uppá at leita á alnetinum. Dreymar eru eisini nakað, sum mann kann fáa hugskot av ella á onkran hátt seta hugflogið í gongd. Eg haldi bara at tað er feitt, at mann kann droyma.
 
Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, 23 ár:
Hvat er ein dreymur?
- Kanningar vísa, at øll droyma. Tað at droyma er ein máti at viðgera tey input, ein hevur fingið, so høvdið ikki spreingist av tankum. Dreymurin nýtist ikki at koma úr veruleikanum. Serliga í tannárunum, tá hormonini flúgva, er tað vanligt at hava eitt nú seksuellar dreymar, sum ikki fara fram í veruleikanum. Hetta reagerar kroppurin uppá, og tað kann gera, at vit vakna við sveittabroti. 
 
- Uttan at vita tað, so trúgvi eg, at vit menniskju fínpussa instinktini um náttina. Tað, sum vit hugsa gjøgnum dagin, og gevur meining, verður systematiserað og lagt í geyma. Hetta er so við til at skapa okkara fatan av veruleikanum. 
Nógv fólk tosa um tað at detta niður í eitt hol. Tá mann rakar botnin, dettir mann veruliga harðliga niður á songina. Faktiskt so harðliga, at nøkur hava brotið seg sundir, tá tað er hent á gólvinum, og onkur koyggjusong er eisini brotnað av tí. Eg havi sjálvur upplivað hetta nakrar ferðir, men eg veit ikki, hví tað hendir. 
 
- Tá vit hava marruna, er tað ein reaktión uppá, at okkurt neiligt er hent. Likamliga, sálarliga, sosialt, andaliga. Eg minnist serliga væl eina marru, sum innibar, at eg misti foreldrini (og øll onnur hvurvu eisini). Eg var lítil tá, kanska 7-8 ár. 
Fyri tíðina minnist eg sjáldan, hvat eg havi droymt. Onkur tíðarskeið havi eg lættari við at minnast tað. Serliga, tá eg havi sovið hjá ommuni og abbanum, sum búgva á Velbastað. Kanska er onkur samanhangur millum ta friðsælu, sum eg føli har, og tanka-/dreymavirksemi. 
 
Hava teir nakað at siga?
- Teir góðu dreymarnir gloymi eg altíð eftir fá sekund. Teir eru har tó enn, mest sum ein serstøk, góð kensla, sum eg bert kenni ta einu ferðina. 
 
- Eg trúgvi, at dreymarnir hava týdning fyri okkara sinnalag. Tá vit droyma, niðurbróta vit stress-hormonið cortizol, so eg gangi út frá, at uttan dreymar verða vit stressaði og fáa eitt verri sinnalag. Uttan dreymar vænti eg, at vit blivu svøk í longdini.
 
Kristina Clementsen, 17 ár:
Hvat er ein dreymur?
- Dreymar eru og merkja ymsikt fyri ymisk fólk, men tá tað er sagt, so hendir júst tað sama hjá øllum, tá vit droyma. Meðan tú svevur, hoppa fleiri undarliga myndir fram, uttan tú veitst hví. Onkuntíð minnist tú dreymin, aðrar tíðir minnist tú helvtina ella minni, og onkuntíð veitst tú ikki av, at tú veruliga hevur droymt.
 
- Eg trúgvi, at dreymar eru eitt slag av samskifti millum kroppin, tankar og gerðir. At minnið hjá okkum hyggur at okkara tankagongd, kennir okkara kropp og skapar myndir av tí. Summar tíðir eru myndirnar góðar og avslappandi, tú liggur kanska og sólar tær á einari strond, og dreymurin er ljósur. Aðrar tíðir er dreymurin myrkur. Tú verður eltur ella kanska doyrt tú, men tú upplivir ongantíð, hvussu tað er, tí tú vaknar altíð beint áðrenn "deyðan".
 
Hava teir nakað at siga?
- Ringi dreymar hava nógv at siga, tí teir kunnu vera rættiliga óttaeggjandi. Aftaná marruna kanst tú eisini kenna teg troyttan, og sum hevur tú ikki sovið. Ringir dreymar, trúgvi eg, koma av, at tú tilvitaður ert vorðin gloymdur ella traumatiseraður. Ofta kennir tú heldur ikki á tær, at tú hevur nakra ávirkan á dreymin, meðan tú svevur, og tí kann tað vera rættiliga strævið at droyma. Men dreymar eru feitir, tí eingin veruliga veit, hví ein droymir. Tað eru nógvar teoriir um, hví dreymar eru, hvat teir merkja, men eingin veit, hvat ein dreymur er, uttan at tað fyrigongur heilavirksemi, meðan vit droyma.
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.