- UíF er ordiliga awesome!

- UíF er ordiliga awesome!
Eftir tríggjar spennandi dagar er Ung í Føroyum liðugt á hesum. Röddin spyr luttakararnar, hvat tað besta er við UíF
14.10.2015 - 21:30

Andrias Nolsøe Jacobsen, 14 ár, sjónleikaraverksmiðjan

Hvat er tað besta við UíF?

Ehm, eg veit ikki ordiliga... Tað er ordiliga awesome! Jú, hugnakvøldið. Vit gjørdu nógv stuttlig ting. Og eg vann. Eg vann eina kapping í at ganga blindur.

 

Fert tú aftur næstu ferð?

Tað er kanska hugsandi. 

 

 

Heidi Lindenskov Róadóttir, 18 ár, høvundaverksmiðjan

Hvat er tað besta við UíF?

Samanhaldið og allar uppgávurnar, sum vit fingu. Og so hugnakvøldið. Vit sluppu at framføra knappliga og ófyrireikað. Mín bólkur úr skriving framførdi I'm yours á ukulele og á... hvussu var tað tað æt? kazu ella okkurt sóvrit. Mann blæsur í øllum førum í tað. Tað ljóðaði faktiskt forferdiligt, men øll hildu tað vera ordiliga gott.

 

Fert tú aftur næstu ferð?

Eg eri ov gomul næstu ferð, men eg rokni við, at eg fari aftur sum stórasystkin. 

 

 

 

Andrias Blaasvær, 16 ár, tónleikaverksmiðjan

Hvat er tað besta við UíF?

Framføra fyri øðrum og hanga út við fólki, mann ikki kennir. Eg gangi til violin. Altíð deiligt at sleppa at vísa tað fram, sum mann hevur brúkt fleiri ár uppá at vant. Tí tað leggja fólk í Føroyum ikki ordiliga so nógv í. 

 

Fert tú aftur næstu ferð?

Hetta er triðju ferð, eg eri, og eg verði nokk for gamal næstu ferð. Men kanska sum stórasystkin, um tað er pláss. Tað er altíð kapping. 

 

 

Inga Vestergaard Svabo, 21 ár, stórasystkin

Hvat er tað besta við UíF?

At síggja hvussu alt verður gjørt. Hvussu dugnalig tey ungu fólkini eru. Sjálv processin er tað mest áhugaverda.

 

Fert tú aftur næstu ferð?

Ja, um eg sleppi at verða stórasystkin aftur í næsta ár, so fari eg. Eg havi verið tríggjar ferðir sum luttakari (so ofta sum mann kann). Nú eri eg stórasystkin, og eg elski tað. 

 

 

Les eisini: Ung í Føroyum fáa íblástur á vesinum og í seymistovuni

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.