Jólaveitsla fyri lesandi

Jólaveitsla fyri lesandi
Nú er høvi hjá øllum lesandi at fara til eina heldur øðrvísi jólaveitslu. Tað er Ó saman við næmingaráðum úr miðnámsskúlum í Føroyum, ið skipar fyri veitsluni, og Röddin hevur fingið orðið á ein av fyriskiparunum
29.10.2013 - 10:30

 

Tá ið jóltíðin nærkast, og dagarnir styttast og gerast myrkari, tysja fólk til alskins jólaveitslur. Saman við næmingaráðum skipar Ó fyri jólaborðhaldi og gevur øllum lesandi í Føroyum møguleikan at møtast.

 

- Hugskotið kom fyri umleið 3 vikum síðani, og Hanus Samró setti seg síðani í samband við tey ymisku næmingaráðini runt í Føroyum. Vit vóru so nøkur næmingaráð, ið byrjaðu at samstarva við Ó og leggja borhaldið til rættis, sigur Bjarni Kárason Petersen, næstformaður í næmingaráðnum í Hoydølum.

 

Jólaveitslan er fyri øll lesandi í Føroyum - ikki einans fyri miðnámsskúlanæmingar, men fyri øll, ið eru undir útbúgving í Føroyum.

 

 

- Hetta er ein máti at samansjóða lesandi, fáa næmingarnar frá útjaðaranum við og samantvinna allar miðnámsskúlarnar í Føroyum. Torført er at siga, hvussu undirtøkan verður, og hvussu nógv fara at koma til eitt tílíkt tiltak, men vit vóna, at tað fer at eydnast væl, fortelur Bjarni Kárason Petersen.

 

Næmingaráðini, ið saman við Ó skipa fyri jólaborðhaldinum, eru ráðið í Hoydølum, Handilsskúlanum í Tórshavn, Studenta- og Handilsskúlanum á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík.

 

 

Jólaveitlsan verður í badmintonhøllini í Tórshavn 16. november. Veitslan fer at byrja so mikið tíðliga, at har fer at vera eitt ordiligt borðhald við mati, tónleiki og undirhaldi á skránni. Veitslan fer tó ikki at halda á alla náttina, men endar umleið klokkan 2, so at eisini verður møguleiki at fara í býin aftaná.

 

Kostnaður er 50 krónur, og her ber til at ogna atgongumerki. Gevið gætur, at tað er avmarkað nøgd.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.