Føroyskir ungdómar kjakast um islam

Myndin hja Jónu
Føroyskir ungdómar kjakast um islam
Fyrr í vikuni legði Jóna Miðberg eina stuðulsmynd út á Facebook til muslimskar kvinnur, har hon var ílatin eitt turriklæði. Hetta útloysti eitt langt kjak.
31.10.2013 - 14:45

Í summar varð ein muslimsk genta, sum var við barn, yvirfallin í Svøríki. Hennara turriklæði varð skrætt av, og hon fekk hamrað sítt høvd inn í ein bil av einum rasistiskum bólki. Hetta byrjaði eitt stórt mótmæli á sosialu miðlunum.

 

Síðani er ein kanning útgivin, sum sigur, at triði hvør danskari meinar, at islamska turriklæðið skal gerast forboðið. Nógv vóru tey, ið vórðu merkt av hesum, og tí var eitt tiltak gjørt fyri at stuðla islamsku kvinnunum. Á Facebook vóru yvir 10.000 luttakandi á tiltakinum ”Tørklæde opråbet”, sum verður 4. november.

 

Í hesum sambandi legði Jóna Steffansdóttir Miðberg eina mynd út av sær sjálvari við turriklæðið. Til myndina stóð at lesa á myndatekstinum:

 

- Støtter 100%! Jeg går ikke selv med tørklæde, men jeg synes, det er så smukt at bære et tørklæde, I skal være så stolte over det! Stor respekt herfra!

 

Hetta útloysti eitt stórt kjak við fleiri hundrað viðmerkingum. Jóna fekk nógvar neiligar reaktiónir, um at hon stuðlaði islamsku mentanini.  Fleiri av viðmerkjarunum vilja vera við, at tað at tilflytarar ganga í turriklæð og aðrir mentaligir siðir, er nakað, tey kunnu gera í sínum egna landi. Her eru nøkur dømi um viðmerkingar:

 

- Eg haldi, tað er fínt, at tær brúka turriklæð í teirra egna landi, men at tær brúka tað í DK, haldi eg er langt úti, sigur ein genta.

 

- Eg skilji ikki, hví mann skal ganga og fjala hárið vekk! *** eg haldi, tað er syndarligt! tekur  ein annar viðmerkjari til.

 

- Tey flýggja úr sínum egna landi vegna kríggj, og so grenja tey um, hvussu tað er í DK (…) Kanningar vísa eisini, at tað eru fleiri tilflytarar enn danskarar, sum gera kriminalitet, so hví skulu vit respektera tey, tá tey koma inn í ”okkara” land og ikki respektera okkara land og mentan? Spyr ein av teimum mongu viðmerkjarunum.

 

Meðan summi finnast at tilflytarum og mentan teirra, eru tað nógv, ið øsa seg upp og forsvara teir. Millum annað verður sagt:

 

- Nú eri eg flóv av at vera føroyingur! Kunnu tit ikki bara brúka 1 minut at seta tykkum inn í teirra støðu? (..,) Um tú hevði verðið noydd at flyta frá Føroyum, tí tað var kríggj, til Irak, hevði tú so skift trúgv tína til Islam???

 

- Hví fáa føroyingar, sum ikki eingongd búgva niðri, ilt í reyvina av at nøkur ganga við turriklæð, og nøkur velja at stuðla tí?

 

Meðan kjakið koyrdi aftur og fram um turrikæðið, menti tað seg til at snúgva seg um Islam vs. Kristindóm, vald, Sharia-lógina osv. Serliga vóru tað hesar viðmerkingarnar, ið summi meintu, var grov generalisering av islamistum.  

 

- Alt gott um fittir muslimar, (…) men tá á stendur eru tað fittir muslimar, ið tiga, og svakir muslimar, ið fáa orðið fram. Og hesir svaku eru verri enn djór, tá tað kemur til stykkið.

 

- Tað er ikki ein spurningur um at lova teimum at ganga í turriklæði ella ikki, sjálvandi skulu tey tað, vit liva jú í einum frælsum samfelagi (enn).. Tað er ein spurningur, um hvussu nógv vald mann loyvir teimum at fáa. Tað handlar um at fortelja teimum, at vit liva altso eftir kristnum grundreglum her og ikki Sharia, that’s all.

 

Kjakið fór langt av sporinum hildu fleiri, og serliga var tað Jóna, ið var ørg um, at tað hevði útviklað seg til alt annað enn hennara mál við myndini; nemliga at stuðla islamistum.

 

- Hetta kann diskuterast onkra aðrastaðni.. her inni  eru bara fólk, sum stuðla, og tað er ikki til fólk at diskutera, haldi vit skulu bara avslutta hetta (…) Eg havi lagt hetta út fyri at stuðla kvinnum, ið ganga við turriklæði! Eri glað fyri, at tey ikki skilja føroyskt nú, sigur Jóna.

 

Tiltakið ”Tørklæde opråbet” framdi so nógv kjak, at fyriskipararnir vórðu noyddir til at sletta fleiri av myndunum, tí okkurt var farið yvir um markið við rasismu og spotti. Nú er sjálvt tiltakið blivið slettað av Facebook.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.