Lesarabræv um Føroyar nógv lisið

Savn
Lesarabræv um Føroyar nógv lisið
Í gjár fingu danir ein framman á av Bjørk K. Olsen. Hon hevur skrivað eitt lesarabræv á Information.dk viðvíkjandi donsku sjónini á føroyska samfelagið.
05.11.2013 - 13:00

 

Í gjár, 4. november, floreraði eitt lesarabræv hjá Bjørk K. Olsen á Facebook. Lesarabrævið er á Information.dk og eitur ”Kan man køre til Færøerne?”. Tað er longu nógv lisið og er deilt nógvar ferðir.

 

Lesarabrævið snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu danir síggja føroyska samfelagið. Bjørk tekur útgangsstøði í DR-sendingini ”Kvindeflugt fra Færøerne” hjá Horisont 21. oktober í ár. Nógv vóru tey, ið hildu, at sendingin gav eina skeiva mynd av føroyingum og Føroyum; at vit hava undirskot av kvinnum, og tí importera føroysku menninir filipinskar kvinnur í hópatali.

 

Hesa skeivu mynd ger Bjørk av við. Hon byrjar lesarabrævið við at siga:

 

- I Danmark er den typiske familie bønder; de er lidt religiøse, konen er underdanig, og manden går på jagt med vennerne. Landbruget har det ikke så godt, så EU må betale. Alle de unge flytter til København, og polakkerne tager det arbejde, danskerne ikke selv gider.

 

- Sådan kunne sammenfatningen af Horisont på DR fra den 21. oktober lyde, såfremt udsendelsen handlede om Danmark i stedet for Færøerne

 

Tað, sum hyggjarin fekk at vita í Horisont, var, at føroyingar passa seyð, fiska og menninir importera asiatiskar kvinnur. Bjørk leggur dent á at vísa, at allar hesar myndirnar av stereotypiska føroyinginum ikki passa. Tað eru jú sensatiónssøgur, sum selja, og hon metir tað vera spell, at tað skal ganga útyvir umdømið hjá Føroyum, tí veruleikin er ikki, sum hann varð lýstur í sendingini.

 

Bjørk kemur eisini inn á onnur evni, sum t.d. Jenis av Rana, homofobi, ríkisfelagsskapin, loysing, incest - generelt um, at danir eru ov óupplýstir, tá tað kemur til Føroyar.

 

- Gentagne historier om homofobiske udsagn, kvindeflugt og incest skriger ikke ligefrem ’Kom til Færøerne!’. Og det er ret uheldigt – for færingerne, sigur hon móti endanum.

 

Lesarabrævið er at lesa her.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.