- Tíðindi, mentan og ítróttur
9/11 Halloween-búnar elva til mikla øsing í USA og Bretlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/skaermbillede_2013-11-06_kl._22.41.13.png?itok=IsibEJOF)
19 ára gomlu Amber Langford og Annie Collinge hugsa seg allarhelst einaferð eyka um, næstu ferð tær lata seg í til Halloween. Seinastu dagarnar eru tær endaðar á alskyns tíðindaheimasíðum og hava verið undir hvøssum atfinningum frá avvarandi at 9/11-offrum, illum amerikanarum og bretum. Genturnar høvdu nevniliga latið seg í sum Tvíburðatornini við brennandi flogførum, fólkum og royki til Halloween. Tær vunnu enntá eina virðisløn á 150 pund á náttklubbinum Rosie's í Chester fyri besta búna. Ikki nokk við einari virðisløn - tær fingu eisini ivasama heiðurin at enda á forsíðuni á enska gølublaðnum The Sun við yvirskriftini "Towering Stupidity".
- Vit ætlaðu ongantíð at fáa ilt í nakran, men vit orsaka, um onkur hevur tikið tað illa upp. Hugskotið var at ímynda ein modernaðan ræðuleika, sum er farin fram í okkara lívstíð, og var ikki hugsað sum skemt, ljóðar frá Langford og Collinge sambært Daily Mail.
Tað eru kortini mong, sum hava tikið búnarnar illa upp. Fleiri avvarandi at offrum, sum lótu lív í Al-Qaeda-álopinum, hava úttalað seg í miðlunum um búnarnar. Eisini hevur náttklubburin verið undir hørðum atfinningum fyri at geva teimum virðislønina fyri besta búna. Pápi Amber Langford er sjálvur flogskipari og fleyg í USA, tá ið 9/11-atsóknin fór fram, og hann er heldur ikki fegin um búnarnar.
Báðar genturnar ganga á University of Chester, sum í miðlunum hevur boðað frá, at hendingin fer ikki framvið borðinum, og at ein kanning er sett í verk.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |