- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumma: Í Føroyum eru vit nokk so donsk
Í Keypmannahavn í gjár varð ársins ráðstevna hjá NORA hildin á Norðurbryggjuni. Evnið hesaferð var fjølmiðlar í Norðuratlantshavinum og í Arktiska økinum.
Fólk úr miðlaheiminum, hetta vera seg journalistar, blaðstjórar og politikarar, lýstu síni sjónarhorn av norðurlendska fjølmiðlaheiminum. Øssur Winthereig hevði sent eina klummu við heitinum 'Í Føroyum eru vit nokk so donsk', sum varð víst á stórskíggja á ráðstevnuni.
Í klummuni greiðir Øssur frá um mentan, føroyska fjølmiðlaheimin. Hann kemur millum annað inn á, hvussu fjølmiðlarnir taka upp donsk mál og annað, sum donsku fjølmiðlarnir taka upp, og hvussu lítið vit í Føroyum vita um hini Norðurlondini í mun til, hvat vit vita um tað, sum gongur fyri seg í Danmark.
- Eitt lítið skot til okkum sjálvi, sum eg haldi hugsa ov nógv danskt, skrivar Øssur við klummuni viðheftari á sínum Facebook vanga
Sí klummuna her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |