- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Made in China"
Flestu okkara hava lagt merkis til navnamerkið „Made in China“, sum ofta prýðir ein dukkufót ella undirsíðuna á einum rasarabili. Søgan hjá hesum dukkum og bilum er tó ikki so bláoygd, sum eitt hvørt teknifilmurin ,Toy Story‘ vil vera við, og týski myndamaðurin, Michael Wolf, avdúkar við myndarøðini ,The Real Toy Story“ søguna aftanfyri væl kenda navnamerkið.
Michael Wolf hevur verið runt á fyritøkum og virkjum í Kina og tikið myndir av starvsfólkunum har. Stóra rúgvan við tilfari til ymisku leikurnar tykist aldri at minka og við somu rørslum allan dagin, arbeiða starvsfólkini miðsavnað við at seyma og ífylla, mála og seta saman.
Longri afturi í myndarøðini sæst eisini, hvussu tað gongur fyri seg, tá ið starvsfólkini hava steðg og matarsteðg. Burturúr pappeskjum gera starvsfólkini sær smáar sengur, har tey púra útlúgvað kunnu fáa sær ein lúr, og í matarsteðginum fer tað ikki annað enn skipað fram, tá ið starvsfólkini í longum bíðirøðum standa lið og um lið og fáa somu nøgdina av mati á tallerkin.
Her ber til at síggja myndarøðina „The Real Toy Story“ eftir Michael Wolf
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |