Myndafrásøgn: Tibet (1/2)

Myndafrásøgn: Tibet (1/2)
Brellbiti úr fremmanda og gátuføra Tibet
19.06.2016 - 10:15

Størsti býurin og høvuðsstaðurin í Tibet eitur Lhasa. Í Tibet búgva tilsamans einar 6 milliónir fólk, ímeðan Lhasa hevur einar 220.000 íbúgvar. Tibet er bert eitt vet minni enn Argentina í stødd, og miðal hæddin er 4.000 metrar.

 

Hóast arkitektururin í miðbýnum í Lhasa týðiliga hevur tibetanskan íblástur, so er Lhasa í dag eisini ein rættiliga kinesiskur býur, har eisini nógvir etniskir kinesarar búgva. 

 

Buddisma tykist hava ógvuliga stóran týdning fyri tibetanarar, og er Lhasa heilagasti býurin í Tibet, ið dregur fólk úr øllum landslutinum at biðja.

 

Her biðja buddistar uttan fyri Jokhang templið mitt í Lhasa. Tey leggja fyrst hendurnar saman oman fyri høvdinum, síðani framman fyri andlitinum og hjartanum, áðrenn tey leggja seg niður og leggja hendurnar saman oman fyri høvdinum, ímeðan tey liggja. 

 

Hesin er í fyriklæði og hevur træklossar um hendurnar fyri at gera fyrrnevnda bønarritualið kring alt heilaga Barkhor torgið. Hetta er ein sera vanlig sjón í Lhasa og Tibet sum heild.

 

Tað eru nógvar biðimyllur í Tibet. Á uttaru síðuni stendur ‘om mani padme hum’ á Sanskrit. Hetta er ein buddistisk mantra, sum buddistar ofta endurtaka upp í saman fyri seg sjálvar. At snara biðimyllunum kann javnmetast við at biðja munnliga. Tað eru nógv ymisk sløg av biðimyllum – summar stórar, aðrar gjørdar til at hava í hondini.

 

Lhasa er ein fjølbroyttur býur. Buddiskiskir munkar klæddir í reytt, kinesiskir hermenn, ið halda vakt á gøtuni, gomul fólk við nýmótans tøkni og fólk í bæði nýmótans- og siðbundnum klæðum.

 


Í Lhasa eru ógvuliga nógv gomul fólk, tí tey flyta inn í býin, tá tey gerast gomul og brúka tíð upp á sína buddistisku trúgv í heilaga býnum. Onkur vil eisini vera við, at tey undirvísa yngri fólki í máli og trúgv.

 


Í løtuni er tað ógvuliga ‘in’ at flætta sær hárið á alskyns hátt. Kanska heimsmótin hevur fingið íblástur frá tibetanskum kvinnum – tað tykist í øllum førum ikki vera umvent.

 

Munkarnir hava eisini fartelefon, ganga í kondiskóm, renna ørindi og drekka Cola á púra vanligum matstovum.

 

Munkarnir eru ógvuliga glaðir fyri gávur. Peningurin fer til mat og viðlíkahald – kanska eisini til at endurbyggja templini, sum vórðu oyðiløgd undir kinesisku mentanarkollveltingini í 1960unum og ‘70unum.

 

Tað sigst, at tibetanski kongurin Songtsen Gompo bygdi eina borg á sama staði sum Potala slottið (Potala Palace á enskum) í 7. øld, men núverandi slottið byrjaði 5. Dalai Lamain at byggja í 1645. Síðani varð slottið vetrarbústaðurin hjá Dalai Lama til tann 14. Dalai Lama í 1959 fór í útlegd í India.

 

Potala slottið hevur fleiri enn túsund rúm. Bara Dalai Lama, lærari hansara og vaskifólkið sleppa inn í summi av rúmunum. Í Potala slottinum eru gravkømur hjá fleiri Dalai Lama’um og gávur úr eitt nú Nepal, India, Mongolia og Kina. Tó sigst, at nógvir av virðismiklastu dýrgripunum eisini eru í útlegd.

 


Í miðbýnum í Lhasa eru nógvir klædnahandlar, ið selja siðbundin klæði. Nógvir teirra eita nøvn sum 333, 555 og 999, tí so er lættari at minnast tey, tá tú tosar um, hvør teirra hevur toy í góðum kvaliteti o.s.fr. Tað er eisini rættiliga vanligt at síggja fólk í siðbundnum klæðum í Lhasa.

 


Í Lhasa eru eisini nógv tehús, og er tað her, at tibetanarar koma saman at práta, drekka søtt tibetanskt mjólkate og eta nudlir. Vanliga eru eldri fólk í tehúsunum fyrrapartar og um kvøldarnar, og ung fólk um seinnapartarnar.

 

 

Halt fram til annan part av røðini her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.