Skaldið: Anna Malan Jógvansdóttir

Skaldið: Anna Malan Jógvansdóttir
Skaldið hesaferð er 18 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir úr Nólsoy.
15.11.2013 - 07:15

 

Anna Malan er 18 ára gomul og gongur á øðrum ári í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í frítíðini bæði dansar hon og íðkar yoga, skrivar og teknar, og, sum onnur ung flest, er hon nógv saman við vinfólki og familju.

 

- Eg elski at lesa ævisøguna um Fridu Kahlo. Onkursvegna eri eg rættiliga hugbundin av henni. Tað er okkurt í blandingini av teimum litføgru klæðunum og tí ólukkuliga úttrykkinum, sum eg eri drigin at. Har eru eisini so nógv evni og mótsetningar. Um eg eg púra blank, so er altíð okkurt áhugavert at finna í myndum hennara. Rættiliga ofta kemur íblásturin eisini bara, ímeðan eg hugsi. Serliga í skúlanum, tí tá eru tankarnar alla aðra staðni enn har, teir skulu vera. Um eg skal fáa stýr á teimum, fari eg í glaskontainararn hjá Tróndi Pætursyni "Bládýpið", tí har er er so deiligur friður. 

 

- Tann stórsta íblástrarkeldan er tó helst tað, sum eg føli innan í. Generelt kann øll list, sum eg geri, relaterast aftur til mítt persónliga lív. Vanliga dugi eg ræðuliga illa at seta orð á kenslur, so tí má eg fáa tað út á onkran annan hátt. 

 

- Teir (tekstirnir, red.) eru eitt sindir daprir, og úrslit av øllum kenslunum, sum eg vanliga bara skúgvi til viks.

 

 

Sál mín sundur smildrað er

 

Sál mín sundur smildrað er,

skrødd sundur í sjey av knúsandi kensluvindum,

ið kloyva kroppin við.

Limir í hvøssum hvirlunum sveima,

kensluleysa meg kleima.

Snarljós, skýggjandi, skelet.

Húðin, hendur, hárið deytt.

rennur strítt blóðreyða blóðið reytt 

rennur á tann svarta klett,

sum holdið hevur flett.

opna sárið, kjøtið bleytt.

Fái ikki longur orið grett,

tí pínan er ov nógv,

skolar meg langt út á sjógv,

sleingist í slíggjutum slógv,

gerist síðani eitt við havsbotnsins skitna mógv.

 

 

Vil bara gloyma, so eg lati teg úr heilanum floyma

 

Kvirran snýkjandi sveimar yvir mær,

etur, sýgur í seg alt, sum hon sær.

Hvussu skal eg nakrantíð kunna siga tær,

at innan í mær brimið brýtur,

hvørja ferð lítla eyga á teg lítur.

Kensluhavið yvirflýtur,

tó ei á alndlitsbráðið spríkir,

lítla hjartað tað mýkir.

Eg orki ikki longur at liggja og droyma,

so nú velji eg teg at gloyma,

og bara lata teg úr minninum floyma.

 

 

Tóm

 

Føli meg so tóma,

í eygunum eingin glóð longur er at hóma.

Havi bestan hugin at sovna,

lata rúsin balla meg so søttliga í hans breiða favn,

leiða meg inn í eitt dreymasavn,

Har hendur hansara fjálga mítt hold,

Varrar kyssa míni bróst.

So vit bæði gerast ørliga øst.

Lata hann elska burtur alla løst,

ið á holdið hevur seg fest.

Gloyma burtur alla tí syrgiligu rest,

av dálkaðum minnum, 

ið hevur tonglað meg í eina tangda taraskóg,

har ikki hómast eitt einast ljóð,

einasta troystin finst í tí brúsandi rúsið,

ið seiliga køvir sinnið,

fjalir burtur minnið,

ið læsist djúpt, djúpt har inni.

 

 

Sprongdar skeljar

 

Dansi millum sprongdar skeljar.

Skríggi hátt,

tí skeljar í ryggin seg skora,

mønina sora,

djúpt í kjøtið tær bora.

Kennist sum trein eg  inn um heljargátt,

alheimur um meg er svartari enn nátt.

Alt er so kalt, so rátt.

Aldur úr øllum ættum bróta,

skola meg út, har eg ikki kann flóta.

Ímeðan saltið veggir byggir,

krýstallið fagurt skyggir.

Náðileyst brimið meg tyggir,

alt úr heila styggir,

so mín heimur ei longur er himmalbláur,

men skitin, monotont gráur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.