Opin pallur og mikrofon í Reinsarínum

Opin pallur og mikrofon í Reinsarínum
Í kvøld fer nýggja tiltakið "Opin Mikrofon / Opin Pallur" av bakkastokki
08.04.2015 - 19:15

Í kvøld verður nýggja tiltakið "Opin Mikrofon / Opin Pallur" fyri fyrstu ferð í Reinsarínum. 

 

Hetta er eitt samstarv millum Reinsaríið, Arnold Ludvig og Annu Lachino, sum serliga eru kend úr bólkinum MonkeyRat. 

 

Tiltakið gongur út uppá, at mikrofonin og pallurin eru opin. Øll, sum hava hug, kunnu altso fara upp og syngja, yrkja, skemta ella siga eina søgu. 

 

Ætlanin við tiltakinum er at gera eitt kreativt verkstað, har ein kann royna nýggj hugskot saman við samhugaðum listafólkum.

 

Tiltakið í kvøld er fyrsta tiltakið í eini røð av fimm "Opin Mikrofon / Opin Pallur" tiltøkum. Til hvørt tiltak verður ein serligur gestin boðin at framføra, og í kvøld verður tað Greta Svabo Bech. 

 

Skráin er hendan:

19.30 - Tilmeldan til opnu mikrofonuna og opna pallin

20.00 - 20.30 - Greta

20.30 - 20.45 - MonkeyRat Duo

20.45 - 22.00 - Opin Mikrofon / Opin Pallur

 

 

Les meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Reinsarínum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.