Lesandi í Danmark skulu gerast skjótari liðug

Lesandi í Danmark skulu gerast skjótari liðug
Við Studiefremdriftsreformen miðar Fólkatingið ímóti, at lesandi í Danmark skulu gerast nógv skjótari liðug við útbúgvingarnar. Stór ónøgd er ímillum tey lesandi, og universitetini eru ørkymlað.
18.11.2013 - 01:30

Frá í juli 2014 verður tað væl øðrvísi at vera lesandi í Danmark. Fólkatingið metir, at lesandi geva sær ov góðar stundir at gera seg liðug við útbúgvingarnar. Hetta skal Studiefremdriftsreformen eftir ætlan bøta um, tá ið hann kemur í gildi komandi summar. Nýskipanin hevur við sær, at tað til dømis ikki verður møguligt hjá kandidat-lesandi at fara í farloyvi, og bachelor-lesandi hava einans rætt til seks mánaðar farloyvi. Hetta merkir, at lesandi í mesta lagi kunnu verða eitt hálvt ár ov sein, tá ið tey gera útbúgving sína lidna.

Nýggja skipanin krevur eisini, at lesandi skulu standa próvtøkur svarandi til 45 ects á hvørjum ári, skulu tey varðveita sítt lestrarpláss. Hetta er í sær sjálvum ein stór broyting, tí sum er, er onki krav til, hvussu nógv stig lesandi skulu ogna sær.

 

- Vit lesandi eru sera stúrin í løtuni. Vit verða ringd og skrivað niður av næmingum, sum óttast fyri sínum lesnaði, sigur forkvinnan í Studentaráðnum Mie Sofie Andersen við Politiken.

 

Nógv lesandi óttast, at tey ikki fara at liva upp til nýggju treytirnar og verða tveitt út. Eisini verður stúrt fyri, at tað fer at ávirka góðskuna á útbúgvingunum, tá ið dentur verður lagdur á at fáa næmingarnar so skjótt ígjøgnum skipanina sum gjørligt.

 

Universitetini ynskja eisini, at lesandi verða skjótari liðug, men tey eru kortini ikki nøgd við nýskipanina. Tíðarfreistin at fremja broytingarnar er ov stutt, og eisini óttast tey størri fráfall.

 

Lesandi á universitetinum í Keypmannahavn nýta longstu tíðina at gerast liðug í Danmark. Tey brúka í miðal 6,6 ár at gerast liðug við eina útbúgving, sum tekur fimm ár. Nýskipanin skal eftir ætlanin stytta lestrartíðina við 7,6 mánaðum í 2020 – eydnast hetta ikki, koma universitetini at merkja tað á pengapunginum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.