„Hans Jensen“ aka Hanus Samró

„Hans Jensen“ aka Hanus Samró
Fólk hava undrast yvir, hvør hevur verið handan telduskýggjan og staðið fyri brúkaranum „Hans Jensen“ á Facebook, sum seinastu tíðina hevur gjørt um seg. Íspinnarin hevur nú gjørt vart við seg, og tað er løgtingslimur, Hanus Samró, sum ígjøgnum brúkaran hevur vakt áhuga fyri nýggju skaldsøguni við sama navni.
19.11.2013 - 08:15

 

„Hans Jensen“ er heitið á nýggju skaldsøguni hjá Hanus Samró og eisini heitið á brúkaranum, sum seinastu tíðina hevur skrivað dulnevnt á Facebook. Skaldsøgan kemur út hósdagin 21. november, og Facebook varð nýtt til gera okkurt meira og øðrvísi burturúr bókini áðrenn sjálvan útgávudagin.

 

Bókin er ein politisk spenningssøga, sum snýr seg um tvístøðuna hjá vinnulívsmanninum, Hans Jensen, ið er staddur í Dubai í arbeiðsørindum. Skal hann selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin? Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina.



 

Brot úr søguni:
“Sheikurin skuldi hava nakað afturfyri. Soleiðis var vinnulívið einaferð. Partarnir kundi bara semjast, um báðir fingu burturúr. Tað var hann greiður yvir, men Hans gjørdist ikki sørt bilsin, tá sheikurin greiddi frá treytunum. Maðurin var ikki býttur. Var væl inni í tingunum.
Áðrenn Hans kundi taka støðu til treytina, mátti hann taka whiskey-glasið við og fáa sær fríska luft. Hugsa um tað. Hugsavna seg um avleiðingarnar, tí avgerðin gekk ikki bara yvir virksemi, men hevði stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum…”


Her ber eisini til at síggja ein teaser í samband við bókina.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.