Ungur amerikanskur fotografur tekur øll á bóli

Ungur amerikanskur fotografur tekur øll á bóli
21 ára gamli Kyle Thompson er uppá stutta tíð vorðin heimskendur fyri serligu myndir sínar. Ótti hansara helt honum frá at tosa við fólk, og uttan útbúgving ella royndir byrjaði hann tí at eksperimentera við sjálvsmyndum, sum eru vorðnar víðagitnar.
25.11.2013 - 02:30

Upprunaliga starvaðist hann sum pitsaboð og kendi ikki nógv til myndatøku. Ungi amerikanarin Kyle Thompson fekk kortini hug at royna seg við myndatólinum, tí hann var so hugtikin av mongu fráfarnu húsunum, sum hann vitjaði, tá ið hann gekk tímalangar túrar í økinum í Chicago, har hann býr. Hetta vísti seg eisini at vera eitt gott hugskot.

 

19 ára gamal fór Kyle undir at royna seg við myndatólinum. Um tað mundi leið hann av ótta og tordi ikki at práta við fólk. Ístaðin fyri at nýta modellir varð hann tí noyddur at taka sjálvsmyndir. Myndirnar eru ofta óveruligar og dreymakendar, og ger hann nógvar royndir við eitt nú eldi, mjøli og royki. Á einari mynd setur hann enntá eld á ein posa, sum hann hevur á høvdinum. 

 

- Eg haldi, at tað er komið væl við, at eg onga listaútbúgving havi, tí tað hevur fingið meg at skapa tað, sum eg vil skapa. Eg eri ikki blivin bundin niður av skúlatingum og eri sloppin at finna mátar at tulka tingini sjálvur. Tú kanst ikki læra onkran kreativitet, og tað at hugsa konseptuelt kemur natúrligt, so eg føldi, at tað var lættari bara at lesa nakrar bøkur og læra meg tekniska partin av myndatøku og áhaldandi at skapa nýggj verk, greiðir Kyle frá í samrøðu við emptykingdom.com.

 

Eftir at Kyle byrjaði at taka myndir, legði hann nakrar av sínum yndismyndum út á Reddit. Áðrenn hann visti av, vóru myndir hansara allastaðni á netinum, og hann bleiv enntá kendur aftur á gøtuni. Í dag livir hann av myndatøkuni og tekur eisini kommersiellar myndir. Millum annað hevur hann koyrt runt í USA og Kanada í fleiri mánaðir og tikið myndir, sum verða givnar út í einari bók.

 

Smædni og angistin, sum plágaðu hann, tá hann upprunaliga fór undir at taka myndir, gera ikki um seg longur, og á fleiri myndum nýtir hann eisini modellir. Honum dámar best at nýta modellir til myndir, ið byggja á eina søgu, meðan hann brúkar seg sjálvan, um myndirnar eru sjálvrannsakandi.  

 

Síggj myndir hansara her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.