Dokumentarfilmur: Fabulous Fashionistas

Dokumentarfilmur: Fabulous Fashionistas
Við einum miðalaldri á 80 ár greiða kvinnurnar frá lívum sínum, hvat tær halda um at ellast og um móta í bretska dokumentarfilminum Fabulous Fashionistas.
27.11.2013 - 07:45

 

Á bretsku sjónvarpsrásini Channel Four hevur verið vístur ein dokumentarfilmur, sum vísir, hvussu hugfangandi eldri damur kunnu vera. Víst varð á, at tað eru nakrar sprelllivandi, eldri kvinnur har úti, sum ikki sita hendur í favn. Men tá viðmerkjarin segði, at "hesar damurnar ikki síggja út, sum nakrar lítlar, gamlar damur", ger hann eitt mistak. Tí tað gera tær jú. Tær eru gamlar og síggja "soleiðis" út. 

 

- At eldast noyðist ikki at merkja, at tú skalt á eitt ellisheim og situr í einum rundingi við opnum munni, at tennirnar detta úr og alt hatta har, sigur Bridgette, sum er hin fyrsta av teimum seks at greiða okkum frá lívi sínum. 

 

Megininntøka hennara er statspensiónin, og tískil eru klæði hennara ikki av dýru designara merkjunum. Heldur keypir hon klæðir í enurnýtsluhandlum. Dýrasta klædnakeyp hennara vóru einir Doctor Martens styvlar fyri fýra pund, sum svarar til á leið 35 danskar krónur.

 

Eftir enurnýtsluhandilstúrin við Bridgette, vísa hinar damurnar fram síni klædnaskáp og yndispløgg. Tær eru allar seks eins mótatilvitaðar og tær elska lívið, ið teimum er givið. Hesar kvinnurnar skilja seg úr mongdini og hava eina sterka meining um teirra egna stíl. 

 

- Eg vil helsti ikki vera … Eg fari at siga nakað ordiliga býtt nú, eg trúgvi einki uppá, at eg fari at siga hetta nú: Eg vil ikki vera ov nógv av tí góða, sigur Sue flennandi, meðan hon klappar við hondunum og heldur fram: 

 

- Eg ERI ov nógv av tí góða. Tað, sum eg meini, er, at eg vil varðveita ein ávísan mun av fínleika. Eydanst tað mær? Tað veit eg ikki, tað er ein spurningur um áskoðan. Eg sakni tíðina, har eg sá út sum ein klóvnur.

 

Sí dokomentarfilmin her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.