Vit velja Føroyar: - Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva.

Vit velja Føroyar: - Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva.
"Tað snýr seg um framtíðar tilverugrundarlagið hjá okkara landi, okkum sjálvum og okkara børnum. Uttan fólkavøkstur og fleiri borgarar í framtíðini minkar grundarlagið undir okkara framleiðslu, kappingarføri, trivnaði og vælferð." Vit velja Føroyar er eitt átak fyri allar føroyingar, herbúgvandi eins væl og útisetar.
27.11.2013 - 20:00

 

Vit velja Føroyar er eitt virkið átak síðani juni í ár, sum skal varpa ljós á møguleikarnar, vit hava her í Føroyum. Stigtakarinir til átakið eru Vinnuhúsið og føroysku kommunurnar. Átakið er ætlað øllum føroyingum, herbúgvandi eins væl og útisetar, børnum, ungum, lesandi og arbeiðandi.

 

- Tað snýr seg um framtíðar tilverugrundarlagið hjá okkara landi, okkum sjálvum og okkara børnum. Uttan fólkavøkstur og fleiri borgarar í framtíðini minkar grundarlagið undir okkara framleiðslu, kappingarføri, trivnaði og vælferð, sigur Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum og ein av stigtakarunum til átakið.

 

- Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva uppá, at við fólkavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun, stendur at lesa á Facebook-síðuni.

 

Á heimasíðuni vitvelja.fo ber til at lesa søgur hjá ymsum fólki, ið øll hava valt Føroyar. 

 

Vit velja Føroyar hevur skipað fyri einari sokallaðari Instagram stafett, har ymsir fjølbroyttir persónar lýsa føroyska gerandisdagin við myndum og filmsbrotum. Fyrstu vikuna hevði 27 ára gamla Ása Hammershaimb Christiansen pinnin, og hesa vikuna er hann koyrdur víðari til javnaldran Dan Helga í Gong. Til ber at fylgja stafettini á instagram.com/vitveljafo.

 

Vitja heimasíðuna hjá Vit velja Føroyar her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.