- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Jógvan Kallsgarð, Føroyar
Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Jógvan Kallsgarð – Tórshavn, Føroyar
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamli Jógvan Kallsgarð, sum lesur í Tórshavn í Føroyum
Jógvan lesur sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Setrinum, sum liggur í Havn.
Les meira um Setrið her.
3 ráð frá Jógvani
1. Um tú ætlar at vera lesandi á Setrinum og býrt uttan fyri Havnina, er eitt gott hugskot at fáa viðurskiftini við SSL og busskortunum í rættlag skjótast gjørligt.
2. Tað er ikki altíð, at lestrarstuðulin er nóg mikið at liva av, og tí kann tað verða neyðugt við arbeiði afturat lesnaðinum. Av tí at tímatalvan broytist hvørt semestur, er tað sera gott við einum arbeiði, sum hevur ymiskar arbeiðstíðir (sjálvt um hesi ikki hanga á trøunum).
3. Tá ein fer í holt við at skriva sína fyrstu uppgávu, er ofta ringt at vita, hvar ið ein skal byrja. Her ber altíð til at spyrja læraran, hvat tilfar er viðkomandi at lesa. Spyr heldur eina ferð ov nógv enn ov lítið.
Röddin hevur biðið Jógvan um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
Bókasavnið á søgu og samfelagsdeildini
Seturskaféin har tey lesandi kunnu hugna sær aftan á skúla og til fríggjadagskafé
Borðtennisborð í seturskaféini
Undirvísingarhøli
Kantinan
Kantinan á søgu og samfelagsdeildini
Heima
Jógvan hevur íbúð í Klaksvík og koyrir til Havnar við bussinum, tá hann skal í skúla
Röddin ynskir Jógvani góða eydnu við útbúgvingini
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |