- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimurin elskar avgustin úr Føroyum
Tað ger næstan ikki mun hvønn tíðindaportal, tú fert á, so sæst okkurt um avgustin, sum brast við Áir. Stórar altjóða tíðindasíður sum The Guardian og The Independent eru bara tvær av teimum mongu, sum hava skrivað um avgustin.
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur hjá Náttúrugripasavninum, hevði fingið ta uppgávu at opna avgustin, sum lá strandaður í Sundalagnum herfyri. Avgusturin doyði og varð tikin inn til Áir, har tilburðurin hendi.
Sambært in.fo var meiningin, at hvalurin skuldi verða flensaður, fyri síðan at blaka rovini á sjógv at rotna í tvey ár. Men deyðir hvalir kunnu bresta, tá hol verður sett á teir, og tað var tað, sum hendi.
Við bretsku heimasíðina segði Bjarni Mikkelsen, at hann visti væl, at har fór at vera trýst inni í hvalinum, tí hann var tveir dagar gamal. Men hann hevði ikki fyristillað sær nakað líknandi.
Virala sjónbandið hevur ikki bara spjatt seg á tíðindaportalum, men nokk mest á Facebook. Fleiri kendar facebooksíður hava lagt hetta út; m.a. kenda síðan ”I fucking love Science”, har fleiri enn 30.000 hava dámt tað í skrivandi stund. Men hetta talið er ikki nær við stóra talið, sum hava sæð sjónbandið. Bara á Youtube eru næstan tvær milliónir longu.
Reaktiónirnar eru ymsar til spreingingina. Har eru alt frá viðmerkingum sum ”Poor whale” til ”Wow, that was cool”. Minni kjøk hava eisini uppstaðið á ymsum síðum (m.a. eb.dk) viðvíkjandi spurninginum um at drepa grind, og har síggjast fleiri føroyingar, sum forsvara málið.
Myndamaðurin til nokk mest sæddu upptøkuna úr Føroyum var Bjarki Thomsen.
Ein annar avgustur er aftur sæddur í Sundalagnum í dag, og kanska er tað tann sami, sum hevur verið at sæð herfyri, skrivar Portalurin.
Um tú ikki hevur sæð upptøkuna enn, ber til at síggja hana her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |