Uppskot um dagføring av hjúnabandslógini fyri tingið í morgin

Uppskot um dagføring av hjúnabandslógini fyri tingið í morgin
Í morgin fer málið um dagføring av hjúnabandslógini til 1. viðgerð. Hóast lítil ivi er um úrslitið, royna LGBT, Unga Tjóðveldið og SU at savna so nógv fólk til viðgerðina sum møguligt at vísa sín stuðul fyri rættindunum hjá samkyndum at vígast borgarliga.
04.12.2013 - 02:30

Í morgin er ein søguligur dagur í føroyskum LGBT-høpi. Uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini, so samkynd kunnu vígast borgarliga, skal til fyrstu viðgerð í tinginum. Løgmaður hevur longu gjørt greitt, at samgongan stuðlar ikki uppskotinum, men LGBT, SU og Unga Tjóðveldið mæla øllum at koma til viðgerðina at stuðla rættindunum hjá samkyndum.

 

Sosialistisk ung og Unga tjóðveldið skipa millum annað fyri einum tiltaki á Speaker's Corner í morgin við slagorðunum “Gift teg við tí, tú elskar”. Við sær hava tey sín egna borgarstjóra, sum fer at víga øll, sum ynskja tað – óansæð kyn. Nýgiftu pørini fáa enntá heimagjørd vígslubrøv, eftir tey eru vorðin gift.

 

Eisini LGBT mælir til, at so nógv sum møguligt møta upp í tinginum fyri at vísa sín stuðul.

 

- Latið okkum vísa politiska valdinum, hvør tað er, sum veruliga ræður her á landi, skrivar LGBT á Facebook.

 

Útlitini fyri, at LGBT-stuðlar fara ónøgdir til hús eftir viðgerðina, eru kortini stór. Tað eru teir tríggir andstøðupolitikararnir Bjørt Samuelsen (E), Poul Michelsen (F) og Rigmor Dam (C), sum leggja uppskotið fram, og sambært løgmanni viðtekur samgongan ikki uppskot frá andstøðuni.

 

Í samrøðu við Útvarp Føroya spurdi Finnur Koba Kaj Leo Holm Johannesen, um hann heldur, at allir føroyingar hava somu rættindi at giftast. Løgmaður svaraði tá soleiðis:

 

- Tað hava teir faktiskt ikki í dag, altso tá tað kemur til samkynd. Tað er ein tíð, sum eg gangi útfrá skal mýkjast, men eg havi høvuðsábyrgdina av eini samgongu, og vit taka ikki undir við andstøðu-uppskotum vanligvís, og tað er tað, sum eg havi at fyrihalda meg til. Vit hava tað ikki í samgonguskjalinum. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.