- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prostitutión ólóglig í Fraklandi
Í Fraklandi fer mann nú at innføra bøtur til tey, ið keypa sex. Prostitutión er lóglig, sum nú er, men nú hevur franska parlamentið atkvøtt fyri uppskotinum. 228 atkvøddu fyri og 138 atkvøddu ímóti.
Sjálva prostitutiónin verður ikki ólógliggjørd, men keyp av sex verður kriminaliserað. Altso: tað verður ikki bannað at selja seg, men verður bannað at keypa sex. Hetta hevur mann gjørt í Svøríki, og hetta hevur víst seg at rigga væl.
Sambært DR verður bótin uppá sexkeyp einar 11.000 krónur (1500 euro). Um tað endurtekur seg, verður bótin tvífaldað.
Fleiri enn 90% av teimum fronsku prostitutieraðu eru útlendingar. Kriminelli marknaðurin er øktur nógv síðan 1990’ini, tá einans ein út av fimm vóru útlendingar. Hetta er m.a. ein av grundunum fyri nýggja lógaruppskotið.
Kritikkararnir eru bangnir fyri, at kriminaliseringin vil skapa ein stóran svartan marknað. Fleiri hava mótmælt uppskotinum, har tey m.a. hava sagt, at prostitutión eisini er eitt arbeiði.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |