- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava tit lagt merkis til Bitstrips?
At skriva støður á Facebook er vorðið meira og meira ópopulert, tí hví skriva alt, sum tú gert í eina keðiliga støðuboks? Er tað ikki nógv kulari, um mann postar t.d. eina selfie-instragrammynd, tí so síggja vinfólkini, hvat tað er, sum tú tekst við? Men hesar instragrammyndirnar eru nú eiheldur nóg kular, og nú er eitt nýtt trend komið, sum sameinar bæði mynd og tekst: Bitstrips.
Klistrumerkini (stickers), orðini og myndirnar duga ikki nóg væl at fanga akkurát løtuna, sum tú vilt deila við tínum vinfólkum. So grundin til, at øll Facebook síðan nú líkist einari stórari teknirøð, er tí at Bitstrips noktar tørvin hjá fólki.
Bitstrip hevur faktiskt verið til síðani 2008, men er nú ordiliga komið til tín rætt, síðan nýggja appin varð løgd út. Og nú sær tað út til, at eingin, sum brúkar appina, klárar at lata vera við at trýsta á “Deil” og deila stuttligu myndina við vinfólkunum, sum nú ikki longur noyðast at ímynda sær, hvussu tað, sum gert, sær út.
So hvat er Bitstrips í stuttum? Ein app, sum ger teg og tíni vinfólk til teknirøðsfigurar, og gevur tær eina scenu at seta tínar nýggju teknirøðsfigurar í.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |