- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spakin settur í á Drelnesi
Saltsilan á Tvøroyri hevur fylt nógv í føroyska kjakinum seinastu árini. Saltsilan, hevur verið í so ringum standi, at hon næstan hevur verið syrgilig at hugt at. Ein av loysnunum á hesa syrgiligu sjón hevur verið at bert ríva bygningin niður og koyra saltsiluna í gloymubókina. Saltsilan er tó eitt sera týdningarmikið eyðkenni hjá Tvøroyri og Suðuroynni, so fyri at hetta ikki skuldi henda, settu nógv kreativ høvd seg saman og hava seinastuni árini arbeitt fram ímóti at bjarga saltsiluni undan órøkt. Úrslitið av verkætlanini gjørdist SALT, sum skal verða tann nýggi stóri mentanardepilin í Suðuroy.
Fólkatingið, Løgtingið og Mærsk Grunnurin játtaðu 58 milliónir krónur til at umbyggja saltsiluna til ein mentanardepil. Torført varð tó at finna nakran, tá ið arbeiðið varð boðið út, og tí hevur tað tikið so langa tíð at koma í gongd. Samráðingarnar komu hóast alt til endans á mál, TG Verk fekk arbeiðið, spakin varð settur í dag, og arbeiðið er umsíðir farið í gongd.
Arbeiðið snýr seg ikki einans um at varðveita Saltsiluna sum bygning, men snýr seg um at gera bygningin til ein mentanardepil, sum við sínari longu serstøku sjarmu skal húsa einum altjóða tónleika- og mentanarhúsi. Á henda hátt verður Suðuroyggin, sum til tíðir kann virka fjar og ókend, eitt nýtt samlingsstað í Føroyum. SALT, sum er heitið á deplinum, skal vera fyri allar føroyingar og skapa meira ferðslu ímillum oyggjarnar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |