“Eg haldi ikki, at nakar kemur í føðingardag hjá tykkum”

“Eg haldi ikki, at nakar kemur í føðingardag hjá tykkum”
Vit minnast nokk øll kensluna, tá ið mann sum barn situr spentur og bíðar eftir føðingardagsgestunum. Klokkan gongur bara alt í verðini ov seint, og um gestirnir eru bara fimm minuttir ov seinir, so hevur mann longu hugsað tað versta: Hví kemur eingin í føðingardag hjá mær? Í flestu førum koma seinkaðu føðingardagsgestirnir tíbetur innan stutta tíð - men í hesum førum ikki. Teir báðir 8 ára gomlu vinmenninir í Noregi bíðaðu til fánýtis.
11.12.2013 - 08:00

Tað tók ikki langa tíð, áðrenn myndin á Facebook av teimum fýra fullu bommskálunum varð deild yvir hundrað ferðir. Við tekstinum “2 spente gutter skulle feire barnebursdag sammen, og ingen dukket” vakti myndin miklan ans ímillum fólk.

 

Leygardagin fyri tveimum vikum síðani gjørdu tvær familjur klárt til føðingardagin, sum skuldi haldast fyri teimum báðum vinmonnunum, ið fyltu 8 ár. Dreingirnir sótu og bíðaðu, alt var klárt, og nú manglaði bara, at gestirnir skuldu koma. 

 

- Vit sendu innbjóðingarnar út eina viku áðrenn ígjøgnum skúlan. Vit høvdu fingið nøkur avboð, men vit vóru klár at taka ímóti restini av gestunum. Dreingirnir vóru so spentir, sigur Marianne Smedholen, mamma ein av dreingjunum, við norsku heimasíðuna VG.

 

Vinmenninir frá skúlanum, sum vóru bodnir, møttu aldri upp, og eftir sótu foreldrini við tungu boðunum, sum tey máttu bera teimum annars so spentu dreingjunum. 

 

- Vit máttu bara siga tað við dreingirnar. Eg mátti siga: “Vita tit hvat, eg haldi ikki, at nakar kemur í føðingardag hjá tykkum”. Sum mamma er hetta sjálvsagt ótrúliga hart at siga. Vit royndu at gera tað, sum vit kundu, fyri at teir kortini skuldu hava eitt fínt kvøld, og tíbetur vóru teir tveir saman um hetta. 

 

Eftir keðiligu upplivingina deildi mamman at einum av dreingjunum sína sorg við Facebook, og aftursvarini tóku hana av bóli. Fleiri svaraðu aftur og fortaldu um egnar líknandi upplivingar, og myndin varð skjótt deild yvir hundrað ferðir.

 

Sjálvt um tey royndu at gera, sum best bar til og redda kvøldinum hjá dreingjunum, vistu teir væl, hvat tað var, sum var hent, og mánadagin eftir var hart at fara í skúla. Foreldrini mettu tað verða týdningarmikið at deila hesa søguna, fyri at onnur foreldur kunnu skilja avleiðingarnar av slíkum. Ein føðingardag er jú ein heilt serligur dagur hjá einum 8 ára gomlum. 

 

- Tað er lætt at siga “Nei, hetta hava vit ikki tíð til.” Men tá snýr tað seg ikki um barnið, men um raðfestingina hjá teimum vaksnu. Og um nú barnið hevur sagt, at tað ikki tímir í føðingardag, so er tað akkurát tá, at tað skulu fara. Tað er í øllum førum tað, sum eg havi lært, sigur Marianne. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.