Vinn eina viku á rithøvundaskúla í Svøríki!

Vinn eina viku á rithøvundaskúla í Svøríki!
Nú hava øll ung í 9. flokki kjansin at luttaka í spennandi skrivikapping, boðaðu NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið frá í gjár. Vinningurin er einki minni enn ein vika á rithøvundaskúla í Svøríki.
11.12.2013 - 14:45

“Lat tínar tankar í júst tey orð, tú hevur hug. Øll sløg av tekstum kunnu vera við í kappingini: ein yrking, ein stuttsøga, ein sangtekstur, ein uppskrift, ein hugleiðing, ein brúkaravegleiðing, ein sjónleikur, ein dreymur, eitt bræv…… Tað kann vera veruleiki eins væl og úr tínum egna hugflogi… Valið er títt!” soleiðis ljóðar felagsevnið fyri skrivikappingina, sum NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið skrivaði út í gjár.

 

Skrivikappingin er fyri ung í 9. flokki. Tveir ungir høvundar kunnu vinna eina ferð til Svøríkis í eina viku á rithøvundaskúla saman við øðrum ungum úr hinum Norðurlondunum. Tveir ungir høvundar kunnu vinna eitt árshald til bókaklubban Ung og 18-20 kunnu vinna sær pláss til sín tekst í bókaútgávu.

 

Freistin at senda sín tekst inn er 17. februar, men áðrenn tað hevur tú kjansin at fínpussa tínar skrivigávur, tí tann 24. janur skipar Norðurlandahúsið fyri kveikingardegi. Har fara føroyskir høvundar at hava skriviverksmiðjur fyri øllum áhugaðum 9. floksnæmingum. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.