Fyrsta land at gera marijuana lógligt

Fyrsta land at gera marijuana lógligt
Í vikuni gjørdist Uruguay fyrsta landið í heiminum at loyva bæði ogn, nýtslu og sølu av marijuana. Hetta hevur fingið fleiri at tala bæði fyri og ímóti avgerðini, men hvørjir sigast vera fyrimunirnir og vansarnir við at gera hassj lógligt?
13.12.2013 - 12:15

Í grundgevingini fyri avgerðini hjá stjórnini í Uruguay segði José Mujica, forseti í landinum, at við at gera søluna av marijuana lógliga, var hetta ein háttur hjá landinum at kunna eygleiða marknaðin og soleiðis berja niður brotsverk og heilsutrupulleikar skyld at rúsevnum, sum vanliga verða hildin loynilig, av tí at marknaðurin til nú var ólógligur.

 

Forsetin metir, at 70.000 menniskju í Uruguay nýta marijuana mánaðarliga, og soleiðis verður landið noytt at framleiða yvir 5.000 pund um mánaðin. Øll hendan framleiðslan fer fram undir eftirliti av stjórnini á sama hátt sum framleiðsla av alkoholi, tubakki og heiligvági. Ætlanin er, at landið á hendan hátt kann fáa skatt av søluni, samstundis sum góðskan á vøruni verður tryggari. Keyparar mugu vera yvir 18 ár, og allir keyparar verða skrásettir. Tó legði forsetin afturat, at um hetta vísir seg at miseydnast, so verður steðgað beinanvegin.

 

ST hevur fordømt avgerðini og sigur, at henda lógfestingin eggjar ungdómi at royna hassj, og at hetta kann føra til innlæringstrupulleikar og misnýtslu frá einum ungum aldri. ST metir tað eisini vera sera óheppið, at meðan restin av heiminum stríðist ímóti rúsevnum, ger Uruguay beint tað øvuta við at loyva marijuana.

 

Hvør er tín meining? Er hassj vandamikið ella vandaleyst, og áttu stjórnirnar at loyvt tí?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.