Tríggir Avatar filmar afturat á veg

Tríggir Avatar filmar afturat á veg
Langlimaðu, bláu Avatar-verurnar gera comeback í 2016, boðar leikstjórin James Cameron frá. Talan er ikki bara um ein tveyara, men um tríggjar nýggjar Avatar-filmar.
16.12.2013 - 18:45

Kendi leikstjórin James Cameron hevur ikki fingið nokk av bláu Avatar-verunum, sum vunnu honum tríggjar Oscar-heiðurslønir og gjørdist mest seldi filmurin nakrantíð. Saman við Nýsælandsku stjórnini boðar hann nú frá, at tríggir Avatar-filmar verða gjørdir afturat.

 

Filmarnir skulu takast upp í Nýsælandi, og stjórnin væntar, at filmarnir kunnu geva landinum eina inntøku á tríggjar milliardir krónur og skapa hópin av arbeiðsplássum. 

 

Fyrsti Avatar-filmurin kom út í 2009 og varð eisini tikin upp í Nýsælandi. Filmurin breyt øll met og seldi biografbillettir fyri 1,9 milliardir dollarar. 40 % av filminum varð skapt við livandi menniskjum, meðan 60 % varð gjørt við teldu. 

 

Gongur alt eftir ætlan, verða teir tríggir Avatar-filmarnir frumsýndir ávikavist síðst í 2016, 2017 og 2018.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.