- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vánaligastu lesarar í vesturheiminum

Síðani 2006 hava skúlar í Føroyum roynt at fyribyrgt enn einum PISA-hvøkki við at seta nógv lesiátøk í verk. Hetta sá tó ikki út til at hava eydnast heilt, tá ið úrslitini frá PISA-kanningini í fjør herfyri vórðu kunngjørd. Føroyskir næmingar teljast ímillum veikastu og vánaligastu lesararnar í vesturheiminum, og 65% av næmingunum í 9. flokki eru veikir ella sera veikir lesarar, og dreingirnir eru eitt heilt skúlaár aftanfyri genturnar.
Bøtast má um lesiførleikan hjá næmingunum í Føroyum, men tey bæði forløgini, ið eiga uppgávuna at útvega næmingunum bøkurnar, hava alt ov lítla játtan til hesa stóru ábyrgd og mugu av tí sama minka um útgávuvirksemið. Nám, ið hevur roynt at givið upprunaføroyskt tilfar til skúlanæmingar út, hevur nærum givið upp og er heldur farið til at tillaga útlendskt lærutilfar til føroysk viðurskifti. Færri bøkur til børn og ung koma eisini út nú samanborið við fyri tveimum árum síðani, av tí at Bókadeildin hevur verið noydd at minka um talið á útgávum. Eitt av lesiátøkunum, ið Bókadeildin og Nám settu í verk í 2008, ið serliga varð sniðgivið fyri at stuðla lesingini hjá børnum, er eisini merkt av vánaligu fíggjarstøðuni, nú væl umtóktu krabbabøkurnar verða skerdar í útgávutali.
Bara 1% av 9. floksnæmingunum í Føroyum, sum svarar til umleið 7 næmingar, eru framúr góðir lesarar. Føroyar liggja í nýggjastu Pisa-kanningini í lesing á 46. plássi av 66 londum, sum taka lut í PISA; vit eru aftan fyri øll lond í vesturheiminum og í norðurlendskum høpi langt aftan fyri Svøríki og Ísland, sum heldur ikki klára seg væl í lesing.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |