Gott nýggjár

Gott nýggjár
Nú árið brátt er farið, vil Röddin ynskja øllum sínum lesarum eitt gott nýggjár og takk fyri tað, ið fór.
31.12.2013 - 18:15

So telja vit seinastu tímarnar av 2013, og skjótt bjóða vit árinum 2014 vælkomið við fýrverki, góðum lagi, og summi fáa sær eina vinaskál.

 

Fyri Röddina var 2013 eitt stórt ár, tá Kringvarpið yvirtók virksemið hjá Röddini, sum áður varð steðgað í 2012, og vit aftur kundu gera tað, okkum dámar best, nevniliga at framleiða viðkomandi tilfar til føroyska ungdómin.

 

Fyri løtu síðan helt drotning Margreta sína árligu nýggjársrøðu, har hon minti ríkisins borgarar á, at vit skulu rúma hvørjum øðrum í okkara samfelagi við hesum orðum:

 

- Danmark er et land med mange forskellige mennesker. Nogle har boet her altid, andre er kommet til. Men vi er en del af det samme samfund, og derfor deler vi vilkår i stort og småt, på godt og ondt.

 

Vónandi verður 2014 eitt ár fylt við gleðiligum løtum fyri føroyingar og føroyska samfelagið, og við hesum orðum vilja vit øll á Röddini ynskja øllum okkara lesarum eitt gott nýggjár og takka fyri tykkara undirtøku í árinum, sum brátt er farið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.