“Jamen so flyta vit bara av landinum”

Pallborðið á JobMatch 2013
“Jamen so flyta vit bara av landinum”
Eftir JobMatch í gjár varð kjakfundur á skránni, har millum annað Eydna Skaale greiddi frá spurdóminum, hví og hvussu føroyska kjakmentanin á internetinum ávirkar útisetar og teirra hug at flyta heim aftur.
31.12.2013 - 13:30

Í gjár varð JobMatch hildið fyri fimtu ferð, og hesa ferð komu yvir 400 vitjandi á gátt at hitta fyritøkurnar, ið luttóku. Eftir tiltakið var pallborðskjak á skránni, har tey luttakandi vóru Regin Berg, formaður í MFS, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Sølvi Jespersen, leiðari fyri talgildu marknaðarføringina hjá Atlantic Airways og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

 

Kjakið var deilt í tríggjar partar, ið hvør snúði seg um at svara einum spurningi settum av Heina í Skorini, orðstýrara. Áðrenn hvønn spurning varð ein lítil fyrilestur hildin um eitt av sjónarhornunum viðvíkjandi fólkafráflytingina úr Føroyum.

 

Fyrst helt Eydna Skaale, retoriklesandi í Keypmannahavn, fyrilestur um, hvussu og hví kjakið um fólkafráflyting á internetinum ávirkar føroyskar útisetar. Fyrilesturin tók støði í serritgerðini hjá Eydnu á kandidatlestrinum, har hon hevur granskað føroysku netmiðlarnar og føroyska kjakið á sosialu miðlunum. Eisini hevur hon havt samrøður við lesandi, ið hava búð yvir fýra ár í Keypmannahavn, um, hvussu hesir miðlar og hetta kjakið ávirkar teirra hugburð móti at flyta heim aftur ella at lata vera.

 

Hon legði dent á, at vit føroyingar í høvuðsheitum lýsa Føroyar á tveir ymiskar mátar. Antin eru vit positiv og tosa um, hvussu Føroyar eru heimsins vakrasta land, hvussu føroyingar eru fittir og gestablíðir, og hvussu tøtt familjusambond vit hava. Hinvegin kunnu vit vera negativ og finnast at, hvussu konservativt og tilafturskomið landið er, hvussu korruptur vina- og kenningapolitikkurin í Føroyum er, og hvussu dýrt er at búgva í landinum.

 

Á internetinum, hevur Eydna funnið fram, er tað tað seinna slagið av lýsingum, sum er alvandandi. Og tað er óheppið, tá tað er internetið, sum er høvuðsmiðilin, útisetar nýta at koma í samband við landið. Av tí at føroyingar í útlegd ikki hava beinleiðis atgongd til jaligu eginleikarnar við Føroyum, so sum náttúruna og familjusambondini, so verður hendan negativa umrøðan á internetinum alráðandi ímyndin, útisetar fáa av lívinum her heima.

 

Teir útisetar, hon hevði samrøðu við, søgdu millum annað seg hava kensluna av, at kjakið var á ov lágum støði. Ónøgdin hjá kjakarunum endaði oftast við hóttanini “jamen so flyti eg bara av landinum”, og alt ov sjáldan, kanska ongantíð, gav kjakarin eina veruliga grundgeving fyri sínum meiningum ella uppáhaldum. Tá føroyingar vóru so negativir og ikki eingang sjálvir tímdu at búgva í Føroyum, hví skuldu útisetarnir so flyta heim aftur? Ein av fimm í serritgerðini hjá Eydnu Skaale broyttu meining frá at “kanska vilja flyta heim aftur” til at “avgjørt ikki flyta heim aftur”.

 

Men í serritgerðini vóru eisini glottar at hóma. Summir útisetar vórðu soleiðis ávirkaðir av kjakinum, at tey endaðu við tí niðurstøðuni, at um tey ynsktu broyting, so máttu tey sjálvi flyta aftur at skapa broytingina. Í serritgerðini vísti Eydna eisini á, at hóttanin, sum fólkafráflytingin hevur á føroyska samfelagið, hevur fingið fleiri at rakna við og ávirka umtaluna á internetinum til tað betra. Hon nýtti heimasíðuna Vit velja Føroyar sum dømi, og eftir at hava víst útisetunum positivt kjak um Føroyar, broytti ein av fimm luttakarum í samrøðunum meining frá at “kanska vilja flyta heim aftur” til at “avgjørt vilja flyta heim aftur”. Hesi høvdu kensluna av, at eftir at hava lisið søgur frá fólki, ið vóru flutt heim aftur og dámdu tað væl, so kundu hesir útisetarnir eisini megna at flyta aftur.

 

Hóast útisetarnir vóru samdir í, at ein loysn til hetta lága støðið á kjakinum hevði verið at sjálvi veitt grundgevingar á einum hægri støði, so virkaði henda negativa kjakmentanin til, at summir útisetar als ikki tímdu at luttaka í kjakinum.

Eydna Skaale endaði fyrilesturin við tí áheitanini, at vit skulu læra at grundgeva betri fyri okkara meiningum, og ikki sleingja runt við uppáhaldum, serliga tá tey ávirka so nógv.

 

Eftir kjakið svaraðu pallborðslimirnir, at teir vóru samdir í, at kjakið er á ov lágum støði, men við tað, at vit hava møguleika fyri at kjakast um hetta á internetinum, hevur hetta varpað ljós á trupulleikan og eisini byrjað at skapt eina broyting. Regin Berg, formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta, legði dent á, at vit øll hava eina ábyrgd, tá kjakast verður um Føroyar, og at tað er sera niðurgerandi, tá sjálvt politikkarar stilla seg upp á tingsins røðarapall og siga, at ung onga framtíð hava í Føroyum.

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur at í Føroyum hava vit bæði tann fyrimunin og tann vansan, at øll kunnu lættliga gera seg galdandi, og at hetta kann bæði verða fyri tað betra og tað verra. Vit eru so lítil, at hvør einstakur kann lættliga verða hoyrdur og sæddur, og tí liggur tað tí einstaka í ræði at hugsa um, hvørt vit vilja bera fram negativa ella positiva umtalu.

 

Heini í Skorini, orðstýrari, spurdi tá pallborðið, hvørt kritikkur ikki er alneyðugur fyri at fremja samfelagið, og Eydna Skaale svaraði tá, at kritikkur einans er konstruktivur, um hann er stuðlaður av grundgevingum, heldur enn at vera leysatos.

 

Regin Berg legði at enda afturat, at í Skotlandi høvdu skotar tann hugburðin, at um teir vóru ónøgdir við viðurskiftini í landinum, so vóru teir framtakshugaðir heldur enn niðurgerandi. Teir valdu at síggja vánalig viðurskifti sum nakað, ið teir sjálvir vóru noyddir at broyta, og savnaðu seg tí saman fyri at skapa broyting heldur enn at hótta við at rýma úr landinum.

 

Fylgdi tú kjakinum í gjár antin í Öström ella í útvarpinum, og hevur tú eina meining viðvíkjandi føroysku kjakmentanini og hennara ávirkan? Eru vit føroyingar ov negativir, og er tað tíð at taka um egnan barm?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.