- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knút spælir í Sirkus í kvøld
Knút Háberg Eysturstein, sum bara nevnir seg Knút í tónleikahøpi, framførir í kvøld í Sirkus. Við sær hevur hann Per I. Højgaard Petersen á tamburin, Mattias Kapnas á klaver, og eisini syngur Óluva Dam. Hetta er fyrstu ferð, at hendan uppsetingin verður roynd, og saman spæla tey løg av útgávuni On High, sum kom út í 2013.
On High fekk sera góð ummæli frá Teiti Lassen og Birgir Kruse.
- Plátan On High er ein tíðarleys ferð uttan minuttir og sekund. Tíðarleyst. Eg eri bitin av hesari plátuni. Hon er reyð og hevur hol í miðjuni. Og eg fái eina vaksandi kenslu av at henda pláta hevur sett sær fyri at fylla tað hjartað, ið einaferð var tómt. Tað er eydnast, skrivar Birgir Kruse um útgávuna.
Teitur skrivar soleiðis um On High:
- Hesin tónleikurin er ikki lættur at finna í tí dagliga. Tó rokni eg við at Knút kanska verður meira vanligur at hoyra um nøkur ár, tá ið fleiri føroyingar hava tikið sær stundir til at lurta eftir honum. Maðurin hvørki leikar í ella rópar. Hann ger tónleik. Og tað er gott.
Konsertin í Sirkus byrjar kl 21.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |