Voxpop: Hvat er títt nýggjárslyfti?

Privatar myndir
Voxpop: Hvat er títt nýggjárslyfti?
Eitt nýtt ár er ein nýggj byrjan, plagar onkur at taka til. Röddin hevur fingið fatur á 4 ungum runt Føroyar og spurt tey, hvat teirra nýggjárslyfti fyri 2014 er.
03.01.2014 - 04:30

”Í ár skal eg…. leggja av við at roykja, tapa meg og byrja at venja, arbeiða meir/minni”.

 

Hetta eru nokk nøkur av teimum lyftunum, sum oftast koma fyri, tá fólk gera sær síni nýggjárslyfti. Mann setir sær eitt mál, sum mann kanska hevur útsett leingi, men nú skal tað so verða. Eitt nýggjárslyfti kann vera uppmuntrandi og motiverandi fyri nøkur, og fyri onnur kann tað bara vera tvætl.

 

Runt alt Føroyar eru nýggjárslyftir eisini blivin gjørd. Klaksvíksgentan Victoria, vágbingurin Lukas og gøtugentan Fríðgerð hava sett sær síni mál fyri 2014. Havnadrongurin Rógvi, hevur tó ongar planir um at gera sær nakað lyfti fyri 2014.

 

Victoria Biskopstø:

 

- Mítt nýggjárslyfti er at hugsa meiri positivt, tí mann kann ikki fáa ein góðan dag uttan positivar tankar! Og so skal eg heldur ikki eta bomm í allan januar mánaða. Í desember át eg eitt ársforbrúk av bomm, so tað skal eg ið hvussu er halda.

 

Fríðgerð Thomsen:

 

- Síðan ein av jólagávunum í familjuni var eitt Playstation saman við einum Fifa spæli, so er mítt nýggjárslyfti heilt klárt at eg skal blíva betri í Fifa 14. Eisini at lata allar uppgávur inn og venda døgninum rætt aftur.

 

Lukas Gaard Joensen:

 

- Mítt nýggárslyfti 2014 er at verða roykfríur. Eg havi leingi ætlað at halda uppat, og nú mann byrjar uppá eitt nýtt ár, er tað ein upplagdur møguleiki at steðga. Grundin til at eg fari at leggja av, er tí royking er bæði skaðiligt fyri heilsu og pengapungin.

 

Rógvi Helgi Skaalum:

 

- Eg havi einki nýggjárslyfti í ár. Eg tími ikki at binda meg at einum lyfti, sum eg ikki sjálvur klári at halda. Hví skal eg lova nakað og so enda við at blíva skuffaður? Eg dugi væl at síggja, hvussu tað kann vera motiverandi, men tað er ikki akkurát eg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.