Barbara livir dreymin á arktiskum háskúla

Barbara livir dreymin á arktiskum háskúla
Fá munnu kenna Pasvik Folkehøgskole og enn færri bygdina Svanvik í Norðurnoregi, har háskúlin liggur. Men fyri Barbaru Vang eru hesi karmur um ein gerandisdag við hundasletum, myndatøku og bergtakandi norðlýsi.
07.01.2014 - 11:30

Fyri hálvum øðrum ári síðan segði Barbara, sum kemur úr Havn, farvæl við lívið í Føroyum og fleyg til Norðurnoreg, til bygdina Svanvik, ið liggur nær við russiska markið. Har skuldi hon ganga á Pasvik Folkehøgskole í eitt ár á linjuni ‘Foto og reise’ við myndatøku sum høvuðsfaki og valfakunum russiskt, hundasletukoyring og arktiskum køki.

 

- Næmingarnir koma úr allari verðini. Tað eru mest norðmenn úr øllum landinum, men hesi tvey árini hava næmingar verið úr Kongo, Teilandi, Englandi, Týsklandi, Hollandi, Russlandi, Dubai og USA. Og so sjálvandi eg úr Føroyum, greiðir Barbara frá.

 

Skúlin hevur seks linjur, sum eru ‘Jakt og fiske’, ‘Hestesport’, ‘Foto og reise’, ‘Norsk språk og kultur’, ‘Hundekjøring og villmarksliv’ og ‘Friluftsliv Finnmark’, og tað var myndatøkan og náttúran, sum upprunaliga lokkaðu Barbaru til skúlan. Tí varð hon ikki skuffað av árinum á Pasvik, heldur tvørturímóti. Tá hon eftir sítt ár sum næmingur fekk bjóðað at verða hjálparlærari í eitt ár afturat, tók hon ovurfegin við tilboðnum.

 

- Um summarið hava vit midnáttarsól og hitabylgjur, tí bygdin liggur inni í landinum, og um veturin er myrkt so at siga allan dagin. Beint áðrenn jól í ár sóu vit vakrasta norðlýsið, sum eg nakrantíð havi upplivað. Tað var bæði grønt, reytt og lilla, og tað fylti allan himmalin.

 

Sum næmingur hevði Barbara millum annað valfakið ‘arktiskur køkur’. Her lærdu tey at fanga og borðreiða mat, sum er at finna í arktiska økinum. Tey fiskaðu, settu út nótir undir ísinum, flettu harur og heintaðu ber. Eisini lærdu tey at viðgera djórini, sum næmingar á linjuni ‘Jakt og fiske’ høvdu veitt.

 

Villasta upplivingin hjá henni var, tá hon og trý onnur, tvær gentur og ein drongur, fóru tann sokallaða ‘grensemarsjen’. Í 11 dagar í februar í fjør óku tey 230 kilometrar á skíð eftir markinum millum Russland og Noreg, og túrurin endaði við, at tey lupu á bláman í ísakalda Barentshavinum.

 

- Tað var langt og kalt, men ordiliga kul, eru orðini, sum Barbara nýtir at lýsa túrin við.

 

Helvtina av túrinum var lendið púra slætt og oyðið, og hvíta landslagið tyktist endaleyst. Hina helvtina noyddust tey at skíða upp og niður eftir fjallalíðum í kavastormi og við ongum sporum at ganga eftir. Á túrinum skuldu tey inn á støðirnar, sum militerið hevur sett upp á markinum. Tær eru seks í tali, og á hvørjari støð fingu tey eitt stempul sum prógv um, at tey høvdu verið framvið. Á seinastu støðini var hermaðurin á vakt so blíður at minna tey á, at lupu tey ikki í Barentshavið, kom hann aftur og tók stemplini frá teimum.

 

- Teir seinastu 10 kilometrarnir føldust sum longstu 10 kilometrarnir á túrinum. Eg ætlaði ikki at vera so leingi úti í vatninum, men eg var so útlúgvað, at beinini mundu ikki klárað at borið meg uppaftur, sigur Barbara um svimjitúrin.

 

Hetta var fyrstu ferð í søgu skúlans, at gentur fullførdu ferðina, og eisini fyrstu ferð, at ein heilur bólkur fullførdi, uttan at nakar limur fór úr miðskeiðis á ferðini.

 

Av øðrum, sum Barbara hevur upplivað, er heimskenda Finnmarksløbet, sum er ein av heimsins størstu hundesletukappkoyringum. Skúlin eigur sjálvur 17 Alaskan Husky hundar, og hvørt ár hjálpa næmingarnir til, tá kappkoyringin verður hildin.

 

- Vit ganga vanliga ikki túr við hundunum, vit skíða túr. Um vit ganga túr, so er tað ikki við vanligari reim, men við bandinum føstum í einum belti um miðjuna. Teir eru fantastiskir at jogga við, tí teir eru so sterkir, at teir hála teg fram, sigur hon skemtandi.

 

Eisini fór hon smáttutúr í 10 dagar við øðrum á skúlanum, og ætlanin var, at tey skuldu vera avbyrgd frá allari sivilisasjón og henta og veiða allan mat, sum tey skuldu eta. Men mongum brestur ætlan. Hóast økið er fleiri kilometrar av tjúkkum skógi, hevur alt økið internet- og telefonsamband, tí tað hevur hent seg, at ókend eru gingin burtur í skóginum. Heldur ikki fingu tey fatur á nøkrum djóri, so í 10 dagar máttu tey liva av tí lítlu nøgdini av rísi, spaghetti og havragrýni, sum tey høvdu við sær frammanundan. Tó kendist tað sum ein ektaður smáttutúrur við ongum elektrisiteti, ongum rennandi vatni og brenni, sum tey sjálvi máttu høgga og koyra í ein brenniovn fyri at fáa hita í smáttuna.

 

Hvørt ár fer skúlin námsferðir, og Barbara hevur fleiri ferðir verið í Russlandi, har foto-linjan samstarvar við ein ungdómsklubba beint norðanfyri Skt. Pætursborg. Næmingarnir í Pasvik vísa fram myndir á eini framsýning í hesari bygdini, og síðan vitja næmingarnir úr Russlandi í Svanvik og vísa fram sínar myndir har. Eisini hevur leiðin gingið til Kautokeino og Karasjok, sum eru sámiskir býir í Norðurnoregi. Tann dagin, bólkurin var í Karasjok, vóru minus 34 kuldastig, og vallaraheimið, tey búðu á, hevði eina serliga avbjóðing til teirra. Allir næmingarnir, sum fóru í sauna og síðan hoppaðu út í kavan fingu eitt prógv afturfyri. 20 av næmingunum tóku av og fóru úr 70 stigum inni í saunaini út í minus 34 stig kalda kavan.

 

- Hóast hetta vóru 100 stig á muni, so kendist tað ikki so kalt. Tað ringasta var, at vit skuldu niður gjøgnum ein stiga av triðju hædd, har saunain var, fyri at koma út í kavan. Tann stigin var also kaldur.

 

Árið hjá Barbaru á Pasvik kostaði um 90.000 krónur, og harafturat keypti hon vetrarklæði og flogferðir. Skíðir og onnur termoklæðir kundu lænast á skúlanum. Vitja heimasíðuna hjá Pasvik Folkehøgskole her og les meira um háskúlar í Noregi her.

 

Síggj nakrar av myndunum, Barbara hevur tikið á sínum uppihaldi, her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.